Ójavnt hevur gingið hjá føroyingaliðunum í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti hetta vikuskiftið.
Leygarkvøldið vunnu Marita Mortensen (myndin) á heimavølli 33-30 á Ringkøbing. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Marita skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir.
Seinnapartin vunnu Jana Mittún og liðfelagarnir í heimadysti 29-25 í grannauppgerð móti Silkeborg-Voel. Í steðginum vóru gestirnir á odda 14-12.
Jana skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir. Hon legði eisini upp til tvey mál, og so vann hon eisini liðnum eitt brotskast.
Í kvøld høvdu landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Skanderborg ein sera torføran arbeiðssetning á útivølli móti stórliðnum, Odense.
Odense vann stórsigur 42-20. Í steðginum var Odense á odda 20-10.
Tað gekk tó heilt væl hjá Rakul, ið undir torføru umstøðunum bjargaði átta av 30 málroyndum, svarandi til 26,67 prosent. Kappingarneytin hjá Rakul, Lucca Else Bøg Hede bjargaði bert tveimum av 15 málroyndum, svarandi til 13,33 prosent.











