Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset ferðaðust longu leiðina úr Drammen til Sogndal fyri at spæla dyst í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Strømsgodset vann dystin 3-2.
Stóri hetjan hjá Strømsgodset í dag var Elias Hoff Melkersen, ið skoraði reint hattrick. 90 minuttir vóru leiktir tá hann stútaði sigursmálið til 3-2. Fyrru málini vóru skotin í hálvleiki við góðum skotum. Sogndal megnaði at javna til bæði 1-1 og til 2-2, men triðu ferð megnaði heimaliðið ikki at svara aftur.
Strømsgodset er fjórðfremst í deildini við 41 stigum. Teir eru bert tvey stig aftanfyri tey bæði fremstu liðini, Haugesund og Kongsvinger, ið bæði hava 43 stig.
Komandi leygardag klokkan 15 hevur Strømsgodset dyst á útivølli í Skien móti Odd.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Sogndal-Strømsgodset 2-3 (1-2):
##med2##











