Stóreldur í skúla í Maniitsoq 

Grønlands Politi heitti seinnapartin í dag á borgarar í býnum um at halda seg burtur og lata vindeygu og hurðar aftur

Seinnapartin í dag vistu grønlendskir miðlar at siga, at stórur eldur var í skúlanum í grønlendska býnum, Maniitsoq. 

 

Skúlin kallast Atuarfik Kilaaseeraq.

 

Grønlands Politi heitti á borgarar í býnum um at halda seg burtur og lata vindeygu og hurðar aftur. 

 

- Talan er um stóran eld, og sløkkiliðið arbeiðir við fullari megi. Vit heita á fólk um at halda seg burtur.

 

Soleiðis segði vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Karsten Højrup Kristensen, við Sermitsiaq seinnapartin í dag.

Hann dugdi ikki at siga, hvussu langa tíð átakið at sløkkja eldin í Maniitsoq fór at vara.

- Skúlin var undir renovering, og eldurin kann vera íkomin í samband við brenning av takpappi, sigur vaktleiðarin við Sermitsiaq.