Tað endaði 1-1, tá ið Skála ÍF í kvøld undir Mýruhjalla hevði vitjan av 07 Vestur.
Úrslitið ber við sær, at Skála flytur eitt pláss upp. Skála er nú – í hvussu so er inntil í annaðkvøld – á sjeynda plássi við 21 stigum. EB/Streymur, sum hevur 20 stig, fer í annaðkvøld at seta punktum fyri hesum umfarinum ímóti KÍ í Klaksvík.
Tey trý, sum undan hesum umfarinum vóru niðast á støðutalvuni fingu eitt stig í part.
B68 vann fyrr í dag eitt stig í Gundadali, har tað endaði 1-1 ímóti B36, og í kvøld endaði tað aftur 1-1, tá ið Skála og 07 Vestur dystaðust.
Ole Arntsen átti uppleggið, tá ið miðvallarin Høgni Egilstoft Nielsen í 18. minutti legði gestirnar á odda. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Høgni Egilstoft Nielsen var málskjútti í Meistaradeildini, har hann ikki hevur skorað mál í meiri enn trý ár.
Eitt korter eftir, at 07 Vestur hevði lagt seg á odda, svaraði heimaliðið aftur. Málskjútti var Maxwell Effiom, og uppleggið átti Sebastian Larsen. Hetta var triðja málið hjá nigerianska álopsspælaranum í ár.
Eftir steðgin gekk tað eitt sindur meiri fyri seg á 07 Vestur hálvuni, enn tað gjørdi á heimahálvuni, men uppløgdu møguleikarnir vóru fáir og smáir í báðum endum, hóast báðir partar vístu vilja til at vinna.
Næsti dysturin hjá Skála ÍF verður um tvær vikur á heimavølli ímóti HB.
Næsti dysturin hjá 07 Vestur verður um tvær vikur á heimavølli ímóti KÍ.











