Stórur spenningur var í tvíspori fyri vaksin, har Silfá við Ásu Bárðardóttir á baki hevði múlan frammanfyri Braga við Barbaru Reynheim Mouritsen á baki. Tíðin hjá Silfu og Ásu var 30,29 sekund – og harvið gjørdust tær, sum ikki einaferð, skjótasta parið á breytini henda dagin – meðan Bragi og Barbara høvdu tíðina 30,51, einans 0,22 sekund aftanfyri. Nummar trý gjørdist Thor við Hannu Sigtórsdóttir Petersen á baki. Silfa og Ása hava hervið longu tryggjað sær føroyameistaraheitið.
Vinnarar í tvíspori fyri vaksin, frá vinstru: Nr. 3: Hanna Sigtórsdóttir Petersen, nr. 1: Ása Bárðardóttir og nr. 2: Barbara Reynheim Mouritsen
Í tvíspori fyri ung gjørdist Kambur við Brynju Lützen á baki nummar eitt við tíðini 30,99, meðan Kiljan og Simona Tornby gjørdust nummar tvey við tíðini 32,75. Kiljan og Simona hava tó tilsamans so høgt stigatal, at tey longu eru føroyameistarar í tvíspori fyri ung, hóast ein kapping er eftir. Tittan og Aleksandra Glerfoss gjørdust nummar trý við tíðini 32,88 sekund.
Tvíspor fyri vaksin – annan flokk – vann Spirit við Drós Andriasardóttir á baki. Trav vunnu Gígur og Simona Tornby, meðan Brúni við Jóannes Debes á baki vann skeiðið, og Brynjar og Regin Johannesen vunnu tøltið.
Seinasta kappríðingini í hesum kappingarárinum verður vesturi í Vágum leygardagin 29. august.
##med2##
##med3##













