Sjálvrós luktar

 Um eitt ár er lærutíðin úti, og vit kunnu vænta eitt vaktarskifti, sigur Beate L. Samuelsen, býráðslimur í Havn, í viðmerking til Jógvan Arge, varaborgarstjóra

Onnur orð, enn tey, sum, nýtt verða í yvirskrivtini til hesa grein, ber ikki til at finna í føroyska málinum, tá hugsað verður um greinina, sum varaborgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Jógvan Arge, hevði í bløðini beint eftir nýggjár.
Í greinini tekur hann í stuttum, rósandi vendingum samanum alt tað, sum meirilutin í Tórshavnar býráð hevur útint fyrsta arbeiðsárið, tá Tjóðveldisflokkurin kastaði saman við Javnaðarflokkinum. Ja, og so tí eina sambandmanninum, sum vendi flokki sínum bakið, bara hann slapp at gerast býráðsformaður - eisini um tað bara skudi snúð seg um tvey ár.
Til ber jú altíð at sleppa sær burtur úr eini avtalu, so ella so. Tað krevur ikki so nógv fantasi.
Býráðssamgongan er í høvuðsheitum samd um býráðspolitikkin, sjálvt um limirnir hava trilvað eitt sindur fyrstu tíðina, sigur greinskrivarin umberandi, eftirsum meginparturin av teimum ikki hava verið í býráðssamgongu áður.
Vit í minnilutanum kunnu ikki annað enn taka undir við honum í, at hetta við trilvingini er so satt, sum tað er skrivað. Tað hava vit og sæð frá fyrsta degi, tá samgongan varð skipað.

Spankingin
Eisini nemur greinskrivarin við orðið spanking, sum undanfarna býráð í seinastu setu skuldi eitast fyri at koma undir, tá Tjóðveldisflokkurin fekk ilt í gumpin av avgerðum býráðsins og við fremsta fingri kærdi býráðið fyri Kommunala Eftirlitinum og løgtingsins umboðsmanni.
Til hetta er at siga, at kærur viðv. framferðarhátti núverandi býráðssamgongu longu fyrsta arbeiðsár hennara eisini eftirhondini rúgva heilt fitt upp hjá Kommunala Eftirlitinum, hóast bert eitt ár gott er liðið, síðani seinasta býráðsval.
Kommunala Eftirlitið kemur enntá longu við svari upp á kærur, áðrenn tær eru sendar. Við hesum kunnu vit bara staðfesta, at stovnurin fylgir so mikið væl við skrumbluta arbeiðshátti býráðsins, at hann ikki hevur bindindi til at bíða, til kæran er send landsstýrinum.

Ein »klipsaður« vegur
Heildarmynstrið, sum nú er at hóma í trilvandi býráðsarbeiðnium, sum greinskrivarin rósar samgonguni fyri, er tað mynstur, ið einans nærsýnta samgongan sjálv sær. Onnur síggja tað ikki. Tað krakelerar bæði her og har, men tað hevur samgongan sjálv ikki borið eyga við enn.
Var hetta ein troyggja, samgongan hevði bundið, hevði hon verið noydd at rikið allan bulin upp aftur. Alt ov nógv umfør eru lopin um og óteljandi eygu mist.
Varaborgarstjórin rósar samgongu síni, samstundis sum hon sá seg noydda at broyta umsitingina fyri at styrkja hana. Við øðrum orðum, at umsitingin ikki var nóg góð.
Vorðið sum álit at hava á eini sera, sera dugnaligari umsiting, eftir sum samgongan nú skoytar lætt og elegant forbí alt, sum hevur við serkunnleika at gera, m. a. tá tað kemur til at fyrireika mál, sum skulu fyri á fundi.
Tað upplivdu vit á seinasta býráðsfundi, tá eitt forkvaklað og fyri havnarfólk annars sera týdningarmikið mál, Ytri Ringvegur, sum eitt eykamál við einum klipsi varð heft upp í lýstu býráðsskránna.
Málið hevði eina nágreiniligari viðgerð uppiborið, um tað varð lagt fram, so sum tað eigur við upplýsingum um gongdina í málinum og við tilmælum at taka støðu til.
Men nei. Her skuldi farast fram í skundi, og farið var tí fram eftir fummum.

Knold og Tot
Einki er at ivast í, at eykamálið um Ytra Ringveg í síðstu løtu undan umrødda fundi hevði samband við málið um keypið av Degns húsi. Varð Ringvegurin ikki settur á dagsskránna, kundi hent, at húsakeypið varð av ongum.
Tað vildu »Knold og Tot«, borgarstjórin og varaborgarstjórin, ikki standa modell til, tí teir høvdu lovað seg burtur at keypa dýrastu gomlu ognina í Havn, ta dýrastu í allari verðini.
Tá samanum kemur er altíð gott at vita, um ikki annað so til egna nýtslu og til næstu ársfrágreiðing fyri farna árið 2006, at samgongan er fegin um síni egnu avrik, tá nú eingin annar dugir at síggja tað.
Eisini er tað hent hjá einum borgarstjóra at hava ein so dugnaligan varaborgarstjóra, ið kann taka samanum og greiða fólki frá hesum, eftirsum lærutíðin er úti næsta vár, og vit kunnu vænta eitt vaktarskifti, um ikki onkur til ta tíð hevur broytt meining.
Tað er hent fyrr.