Sjálvandi skulu vit hjálpa fólki í neyð

- Fyrst skulu vit umrøða spurningin, síðan smíða eina integratiónslóg og hareftir taka ímóti nøkrum familjum, sigur løgmaður.

- Vit hava eina moralska ábyrgd sum ein tjóð at hjálpa menniskjum í djúpastu neyð.

 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Hann vísir á, at vit eiga at seta næstrakærleika og sjálvsvirðing í hásæti.

 

Løgmaður heldur, at vit kunnu saktans seta okkum sum mál at taka nøkur flóttarfólk heim til Føroya.

 

- Fyrst skulu vit umrøða spurningin, síðan smíða eina integratiónslóg og hareftir taka ímóti nøkrum familjum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.