Samuel Chukwudi fekk góð ummæli fyri avrikið hjá sær, tá SJK Seinäjoki í dysti á heimavølli í bestu finsku fótbóltsdeildini tók ímóti VPS.
Jeremiah Streng fekk SJK á sigurskós sjey minuttir undan steðginum. Tá ein tími var leiktur javnaði VPS til 1-1. Ólukkutíð fyri SJK skoraði VPS aftur heilt móti dystarenda og tryggjaði sær øll trý stigini.
SJK er triðaftast í deildini við níggju stigum. Teir hava átta stig upp til VPS, ið er á sætta plássinum, ið aftaná lokið grundspæl gevur atgongd til ovara endaspælið. Tí var tað eyka ergiligt fyri Samuel og liðfelagarnar at tapa fyri VPS í dystinum ígjár.
Samuel fekk frá Soccerstand karakterin 7,3 (av 10 møguligum), meðan hinir tríggir í verjuketuni hjá SJK lógu millum 6,0 og 6,3 í karakterunum frá Soccerstand.
Komandi týsdag klokkan 17 hevur SJK torføran dyst á útivølli móti oddaliðnum, Inter Turku.











