Regin Jacobsen
Í samband við at ætlanin um Skálafjarðartunnilin varð løgd fram á Almennum fundi á Svangaskarði í næst síðstu viku, eru nakrir tankar komnir fram, hvar rættast er at leggja hesa farleið millum Skálafjørðin og Suðurstreym (norður - suður farleiðin). Sum kunnugt leggur verkætlanin eisini upp til at gera eina farleið tvørtur um fjørðin frá økinum norðan fyri Toftavatn til Strendur - Við Sjógv (eystur - vestur farleiðin). Íalt væntast báðar farleiðirnar at kunna byggjast fyri einar 700-800 mió. kr.
Tørvurin
Grundin til at henda verkætlan er komin so væl ávegis, er fyrst og fremst tí ein stórur tørvur er fyri einum so stuttum vegasambandi sum gjørligt millum suður Eysturoy og Suðurstreym. At verkætlanin kann gjøgnumførast á reinum handilsligum grundarlagi ber boð um, at nyttan við at nýta hesa farleið, heldur enn at nýta verandi farleið gjøgnum Sundalagið er størri enn kostnaðurin.
Kost / nyttu kanning
Arbeiðsbólkurin hevur í sínum framløgum víst á, at tað kunnu sparast slakar hálvt annað hundrað milliónir krónur tey fyrstu 15-20 árini við at leggja farleiðina frá eystara armi á Skálafjørðinum heldur enn frá vestara armi. Henda sparing kemur av at útrokningarnar - moduleringarnar - vísa, at ímeðal koma allir bilar at koyra færri kilometrar, tá farleiðin verður løgd soleiðis. Harafturat vísa framrokningarnar, at umleið 4 ferðir meir ferðsla kemur frá eystara parti av Skálafjørðinum. Henda sparing heldur áfram eisini eftir tey fyrstu 15-20 árini, eftirsum tað framhaldandi verða færri km koyrdir, og harvið minni slit á bilar, minni slit á vegir og minni tíðarnýtsla.
Verður farleiðin ikki løgd har størsta nyttan fæst burturúr, verður avleiðingin sjálvandi, at verkætlanin verður minnið áhugaverd handilsliga. Tí er avleiðingin at avkastið av íløguni gerst verri.
Ferðslutrygd og vegaføring gjøgnum bygt øki
Onkur heldur, at ein grund fyri heldur at leggja tunnilin millum Strendur og Suðurstreym er, at nýggi vegurin omanfyri Skála nú verður gjørdur, og hesin gongur gjøgnum minni bygt økið. Harafturat verður ført fram, at ein møguligur tunnil millum Gøtudal og Skálabotn ger farleiðina út á Strendur styttri fyri ferðsluna úr Norðoyggjunum og økinum eystanfyri annars. Til hetta er at siga, at:
-Tað er ikki nýggi vegurin á vestara armi, sum skapar ferðslutørvin. Ferðslutørvurin kemur av tí tungu ferðsluni og teim mongu, sum hava tørv á at ferðast.
-Teinurin úr Skálabotni út í Runavíkar er tann sami, sum úr Skálabotni út á Strendur,
-Ein vegur skal gerast oman fyri Runavíkini frá Lambareiði til eina rundkoyring sunnan fyri Runavík á Mýrunum. Hetta er ein vegur, sum varð ætlaður longu mitt í sjeytiárunum, og sum framvegis er aktuellur, óansæð um tunnilin kemur ella ikki, vegurin verður umleið 3 km til longdar. Allar útbyggingar í Runavík hava í 30 ár tikið hædd fyri hesi vegaføring.
-Størsti parturin av tí tungu ferðsluni til og úr Eysturoy, kemur av eystara armi á Skálafjørðinum. Tað er av sera stórum týdningi fyri vinnulívið her á staðnum, at tunnilin verður gjørdur beinleiðis millum eystara arm og Suðurstreym. Skuldi tunnilin gingið frá vestara armi, hevði hetta viðført, at øll tann tunga ferðslan skuldi niður á 100 m dýpi og so upp aftur á Strondum áðrenn leiðin gekk suðuryvir. Hetta svarar til at fara longur upp enn Gøtueiði. Harafturat leingist farleiðin ímeðal uml. 4 km fyri alla ferðsluna sambært útrokningum. Tað er heilt greitt, at vinnuligu áhugamálini tala fyri eini suður - norður farleið frá eystursíðuni á Skálafjørðinum.
-Nýggi fjøruvegurin gjøgnum alla Runavíkina er komin væl ávegis, og verður liðugur langt áðrenn koyrandi verður gjøgnum tunnilin. Hesin kemur at taka alla gjøgnumgangandi ferðslu úr Runavíkini oman á fjøruvegin. Fjøruvegurin verður gjørdur eftir nýggjastu vega forskriftum við gongubreyt báðumegin, og verður íbundin vegin úti í Rók, soleiðis at ferðslan til tunnilin kemur í landsvegin har og verður síðani førd eysturyvir til verandi rundkoyring.
-Samanumtikið kann sigast, at áðrenn tunnilin er liðugur, eru tveir vegir klárir gjøgnum Runavíkina, sum hvør er 8 m breiðir. Harafturat verður vegurin omanfyri Runavíkina gjørdur innan fyri eina rímiliga framtíð.
-Tað er eingin yvi um, at vit verða tilreiðar at taka ímóti ferðsluni sum fer at koyra eftir eystara armi í 2012.