Skúlin er nóg nær borgaranum sum er

Lærarafelagið vil ikki góðtaka, at fólkaskúlin verður lagdur undir kommunurnar at umsita

Fólkaskúlin

Lærarafelagiðgóðtekur framvegis ikki, at fólkaskúlin verður lagdur undir kommunurnar at umsita
Og felagið fer at gera alt, sum tað kann, fyri at forða fyri hesum.
Elsa Birgitta P. Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag, er enn sum áður púra avgjørd í síni meining um, hvør skal umsita fólkaskúlan í Føroyum.
Men hon heldur, at tað skal vera undarligt, at landstýrisfólk úr sama flokki skulu hava so mótstríðandi fráboðanir í einum so álvarsligum máli.
? Herfyri vissaði Annlis Bjarkhamar um, at tað var ongin ætlan um at leggja skúlan undir kommunurnar. Men nú sigur Høgni Hoydal tað beint øvugta.
? Har er ov langt ímillum áskoðanirnir til at vit kunnu hava álit á myndugleikunum, sigur Elsa Birgitta Petersen.

Kommunurnar forrokna seg
Hon heldur fast við, at tað má ikki henda, at skúlarnir verða lagdir undir kommunurnar,
Hom sigur, at kommunurnar vænta kanska, at fáa ein stóran pengaposa við, tá ið tær fáa skúlarnar at umsita.
?Men royndirnar úr okkara grannalondum vísa, at tær fáa ikki tær upphæddirnar, tær hava roknað við og at skúlin bara versnar og versnar, tá ið hann verður lagdur undir kommunurnar.
? Tað er kanska ikki kommunurnar, sum hava skyndina, men tað vísir seg, at játtanirnar bara minka og minka.
Samstundis hevur norska lærarafelagið fyri kortum sett tiltøk í verk, tí at tað góðtekur ikki, at tað skal samráðast við kommunurnar um lønir.
Hon sigur, at verður skúlin lagdur undir kommunurnar at umsita, verður tað í ein ávísan mun hugburðurin hjá kommunustýrislimunum, sum ger av, hvørjar sømdir, skúlin fær.
? Tað er eisini stórur vandi fyri, at umisitingin av skúlanum verður tengdur at fíggjarligu støðuni hjá hvørjari einstakari kommunu. Fer tað at tátta í fíggjarliga hjá eini kommunu, vita vit at royndum, at skúlin og almannaverkið eru teir stovnarnir, sum verða teir fyrstu at merkja spariknívin.
Tað kemur eisini fyri, at lærarar fáa ikki tilfar til keyps, tí kommunur eru so ringir gjaldarar og tað er eisini stórur munur á, hvussu skúlabygningar verða røktir.
Tað er somuleiðis rættiliga stórur munur á, hvussu skúlarnir í teimum ymsu bygdunum eru fyri. Yvirhøvur raðfesta kommunur skúlarnar høgt, men tað eru sanniliga eisini undantøk.
?Alt hetta hendir, hóast skúlin er undir miðfyrisitingini, sum krevur eitt minstamark av skúlunum.
Elsa Birghitta Petersen sigur, at eitt er at umsiting skal verða so nær brúkarunum sum gjørligt.
? Men hetta er at fara borgarunum ov nær og fyri at tryggja eina javntgóða undirvísing í øllum skúlum, er tað alneyðugt, at skúlin verður umsitin av miðfyrisitingini.
Elsa Birgitta P. Petersen sigur, at tí hevur tað av størsta týdningi, at umsitingin av skúlanum verður verandi undir undir miðfyrisitingini.
?Annars verður vandin alt ov stórur fyri, at skúlarnir og tilboðini til næmingarnar verða ymisk, alt eftir, hvønn hugburð hvør einstøk kommuna, hevur
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at eitt endamál er at koma nærri brúkarunum, men Føroyar eru so lítið land at tað er óneyðugt at koma nærri brúkaranum í hesum føri.
Hon veit ikki, hvat fer at henda, men felagið fer at gera tað, sum kann gerast fyri at forða fyri hesi ætlanini og hon utihýsir heldur ikki, at tað kann koma upp á tal at seta tiltøk í verk.