Í kvøld klokkan 18.30 verður grannauppgerð í Meistaradeildini hjá monnum millum Skála ÍF og B68 á vøllinum undir Mýruhjalla á Skála.
R2 vísir dystin í Televarpinum.
Tá liðini hittust á Svangaskarði á Toftum 15. mars vann B68 2-1.
B68 er næstaftast í deildini við 12 stigum, meðan Skála ÍF er aftast við 11 stigum, so bæði liðini hava hart brúk fyri stigum.
Skála ÍF hevur favorittleiklutin hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til Skála ÍF liggja millum 1,75 og 1,95.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3,75.
Oddsini upp á útisigur til B68 liggja millum 3,15 og 3,90.
HER eru oddsini upp á dystin:
##med2##
##med3##












