Avtalan er avgjørt góð, bæði búskaparliga og politiskt. Politiskt, av tí at hon loysir bindingarnar, tá danir fyrst í nítiárunu tóku føroyska samfelagið av ræði.
Tað sigur Hans Pauli Strøm, sum samstundis heldur tað vera skemtiligt at hoyra samgonguna reypa av góða avtaluni.
Føroyingar fóru eftir 1,5 mia. krónum, og fingu tað, men Hans Pauli Strømi spyr seg sjálvan, hví tað hilna so væl?
Tíðin var búgvin
Í fyrstu syftu var tað helst av tí at tíðin var búgvin. Endiliga er tað gingið upp fyri dønum, at viðurskiftini millum Danmark og Føroyar vóru soleiðis vorðin, at heimastýrislógin longu var fokin. Skuldu teir bjarga leivdunum av ríkisfelagsskapinum, noyddust teir at geva okkum eina góða avtalu, sigur Hans Pauli Strøm.
Í øðrum lagi var danska stjórnin komin í tíðarneyð og noyddust at neutralisera føroysku fólkatingsumboðini.
Bankamálið
ein olmussugerð
Hinvegin heldur tingmaðurin, at tað var harmiligt at sjálvt bankaendurgjaldið bleiv til eina olmussugerð, sum ein stórfingin sanering av skuldini.
Sanering er ikki nakað, tú kanst krevja, men nakað tú fært, og tí slapp Lykketoft helst alt ov lætt, sigir Hans Pauli Strøm.
Hann heldur frameftir at avtalan er góð kortini, tí nú ber til at konsolidera landshúsarhaldið, treytað av at íløgur og nýtsla ikki verður økt meira enn vøksturin í búskapinum annars megnar.
Hetta er ein stórur fyrimunur, sum vit ikki áður hava havt. Nú kann øll planlegging og útbyggingini av samfelagnum gerast lættari, tí nú kenna vit stóran part av føstu útreiðslunum (rentur og avdráttir) og inntøkunum (blokkurin) nógv ár fram í tíðina, sigur tingmaðurin.
Hann vónar at hetta førir við sær útbygging av almanna- og heilsuverkinum og undirvísingarverkinum, tí har er neyðugt við íløgum, eins og annars á samferðsluøkinum. Nú ber til at raðfesta íløguætlaninar.
Møguleikar í
til- og fráflytingini
Hetta skuldi sjálvandi eisini skapt betri grundarlag í tí javna streyminum av fólki, sum flyta inn og út av landinum, og ikki minst skuldi tað verið gagnligt fyri at fáa ávísa yvirvág í streyminum inneftir, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann er kortini ikki samdur við tey sum meta, at øll tey netto 7000 fólkini, sum fluttu av landinum í 1989-95, koma heimaftur.
Higartil eru bert netto 350 fólk komin heimaftur. Ein høvuðstreyt fyri at koma aftur, er, at arbeiðsloysið hvørvur, og tað er tað minni enn so.
Enn eru ið hvussu er eini 2000 arbeiðsleys í Føroyum. Tað hevur verið ført fram, at arbeiðsloysið er minkað, men at arbeiðsloysið enn er so stórt, er ikki tikið uppá tungu, sigur tingmaðurin.
Verður hugt at tølunum, so er arbeiðsloysið ikki minkað. Munurin er bert, at tey arbeiðsleysu detta úr ALS, og fara ístaðin undir forsorgarlógina.
Kappingin um arbeðsplássini
Skal tilflytingin økjast, so verður ein avleiðing, at stór kapping verður millum tilflytarar og arbeiðsleys her á landi. Eg vænti, at tann kappingin verður til fyrimuns fyri tilflytararnar, av tí at arbeiðsleys í Føroyum hava gingið so leingi, og av tí at tilflytararnir hava verið burtur og hava fingið arbeiðsroyndir. Tað fer bert at økja trýsið á arbeiðsleysum, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann ivast kortini í, um tilflytarar í stórum tali fara at koma heimaftur. Nógv av teimum, sum fóru av landinum, vóru farin á heysin, og skuldin stendur og bíðar eftir teimum herheima. Hóast bankin hevur stórt yvirskot, so hevur einki verið tosað um at avskriva skuldina. Tað fer at halda nógvum frá at koma heimaftur, heldur tingmaðurin.
Dømi um hetta er, at nógvir fiskimenn fóru av landinum, bæði tey sum arbeiða á sjógv og landi.
Er tað nakað sum hongur í leysum lofti í dag, so er tað føroyska fiskivinnan, sigur Hans Pauli Strøm.
Eg haldi ikki fráboðaða loysingin økir um tilflytingina, heldur hinvegin. Vit hava eisini hoyrt búskaparráðið siga, at neyvan slepst undan reallønarlækking, um vit skulu hava loysing við so stuttum skotbrá, sum ætlanin er.
Loysingin økir ikki
um tilflytingina
Tað økir ikki um tilflytingina. Ein partur av teimum sum fóru, vóru eisini smásár um viðurskiftini í Føroyum. Tey koma ikki heimaftur við slíkum útlitum, sigur Hans Pauli og nevnir samstundis óvissuna um kommunuskuldina, sum ein vansa fyri at fáa fólk heimaftur.
Ein fyritreyt fyri at fáa fólk heimaftur, heldur Hans Pauli Strøm vera, at skil fæst á fiskivinnuna, tí enn eru vit í tí støðu, at rávøran fossar út av landinum, eins væl og hon gjørdi áðrenn nýggju avtalan varð gjørd.
Fiskivinnan fáast
upp á pláss
Tað er orsøkin til at vit fáa so lítið burturúr fiskiveiðuni, og bert fáa útsving skulu til fyri at koppa fiskivinnuni, sigur Hans Pauli Strøm, sum heldur, at alt ikki er svart/hvítt, men at tað velst um, hvussu stýrt verður frameftir.
Um samgongan ikki bert noyðir sín einsamalla vilja ígjøgnum, men tekur fólk og løgting við uppá ráð, so skal tað helst eydnast, sigur Hans Pauli Strøm.