Skilaleys stýring

Í pettinum, sum snýr seg um umsiting av grunninum, vísir Eyðfinnur Jacobsen í fleiri førum á væntandi og til tíðir skilaleysa stýring.

Fleiri ferðir verður funnist at vantandi funktiónsskilnaði, og hetta eru viðurskifti, sum grannskoðanin hevur gjørt leiðsluna varuga við.
Staðfest verður eisini, at roknskaparførslan ikki hevur verið munagóð. Og hóast gjaldførið grunsins hevur verið sera tungt, hevur eingin gjaldførisætlan verið førd.
-mørk