Óskilið við seyði á vegunum skal halda uppat!

- At seyður hevur atgongd til landsvegin, kann verða atvoldin til álvarsligar ferðsluvanlukkur. Tí fari eg sum formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd at taka hetta málið upp, so seyðurin fæst av vegnum, ongantíð ov skjótt, sigur Rúna Sivertsen, sum sjálv var úti fyri eini tílíkari hending á veg til hús hóskvøldið

Ferðsla og seyður

Allir bilførarar, sum koyra eftir landsvegunum millum bygdir, munnu hava upplivað, at seyður gongur á vegnum ella knappliga ? og heldur óvæntað - leypur út á vegin og fyri bilin. Ikki so sjáldan er um reppið, at óhappið hendir. Er sýnið vánaligt, og mótkoyrandi ferðsla er, kann støðan gerast rættiliga vandamikil, tá ið slíkt hendir. Er hálka og ringt sýnið, kann enda heilt galið, um tú roynir at stýra uttanum seyðin.
Sum bilførari skal tú altíð koyra eftir umstøðunum, men umstøðurnar kunnu eisini gerast so truplar, at er seyður á vegnum, er vandi fyri, at tað ringasta hendir.
Herfyri var seyður á vegnum atvoldin til ein ógvusligan samanstoyt á Tvøroyri, har ikki færri enn tríggir lastbilar og ein persónbilur endaðu í rokanum. Tíbetur hendi eingin persónsskaði, men materielli skaðin var ikki so lítil.

Óskil!

Hóskvøldið, tá ið formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Rúna Sivertsen, var á veg til hús, var hon fyri eini tílíkari hending, har ein seyður knappliga og óvæntað leyp út á vegin og endaði inni í síðuni á bilinum.
- Eg kom koyrandi eftir landsvegnum í Norðragøtu, og beint áðrenn eg skuldi snara inn á vegin niðan til Leirvíkstunnilin, leyp ein seyður niður av túninum við Plastvirkið og beint í síðuna á bilinum.
Rúna sigur, at hon var komin inn á innaru breytina, og tí var ferðin ikki so nógv, tá ið seyðurin á ein løgnan hátt leyp út á vegin.
- Tíbetur misti eg ikki tamarhaldið, men fór hendingin fram, áðrenn eg hevði sett ferðina niður, er ilt at siga, hvat kundi verið hent.
Hon sigur, at í eini átta ár hevur hon koyrt rættiliga nógv á landsvegnum millum Leirvík og Havnina, og tað er mangan komið fyri, at hon er vorðin ógvuliga kløkk av seyði.
- Eg minnist serliga ein morgun í Hósvík, tá ið ein seyður knappliga steyk fram við síðuni á bilinum. Í myrkrinum henda morgunin ? við nógvari mótkoyrandi ferðslu, var eingin møguleiki at síggja seyðin. Hevði hann ikki farið aftur við bilinum, kundi stórur skaði verið hendur, tí ferðslan var so nógv, sigur Rúna.
Seyðurin, sum leyp inn í síðuna á bilinum hjá formanninum í Ferðslutrygd hóskvøldið, var so illa farin, at hann mátti avlívast á staðnum.
- Bóndin, Árant, kom framvið og skjeyt seyðin, sigur Rúna, sum hevur tikið myndirnar, vit prenta saman við hesi greinini.

Óskilið steðgast

Rúna Sivertsen fer nú sum formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd at taka málið við seyði á landsvegunum upp.
- Hetta óskilið má halda uppat, ongantíð og skjótt. Seyður á vegunum kann vera atvoldin til álvarsligar ferðsluvanlukkur, og tí má seyðurin fáast burtur av vegunum og ikki ganga og renna millum bilarnar. Hetta líkist ongum! Tað kann ikki vera rætt, at mannalív verða sett í váða, tí seyðurin partú skal ganga og mala úti á vegunum, har ferðslan er, sigur formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Rúna Sivertsen.