Skulu bryggja tað vit selja

Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, heldur, at Rúsan eigur at hava nógv størri vøruútboð, samstundis sum hann mælir til, at føroyingar sjálvir framleiða tað, vit drekka. Tað er upp á tíðina at rúsdrekkalógin verður endurskoðað, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Avlopskravið, sum verður kravt av Rúsuni fyri at fylla pengar í landskassan, har hava vit frá Fólkaheilsuráðnum gjørt púra greitt, at tað stríðir beinleiðis móti endamálinum í rúsdreakkalógini, sigu Pál Weihe.

Hann vil ikki koma beinleiðis inn á, hvørjar broytingar eiga at vera gjørdar í rúsdrekkalógini.

Persónliga eri eg fyri, at vit hava eina einkarsølu, tað hava øll norðanlond uttan Danmark og Grønland, og har hava tey eina stóra nýtslu av alkohol, sigur Pál Weihe.

Hann heldur, at vit eisini eiga at verja um einkarsøluna.

Vit eiga at gera hana attraktiva. Tá vit nú hava eina einkarsølu, so skal henda hava eitt so stórt vøruútboð, at ein privatur handil ikki hevði megnað tað, sigur Pál Weihe.

Hann sigur, at um tú fer inn í eina einkarsølu í Stokkhólmi, finnur tú eitt ótrúliga stórt úrval av víni, har vit bert hava ein brotpart her heima hjá okkum.

Eg kundi hugsa mær, at Rúsan hevði eitt nøktandi stórt úrval av víni og øli, so vín- ella ølkennarar kunnu siga, at hetta megnar okkara Rúsa at veita, sigu Pál Weihe.

- Eg kundi somuleiðis ynskt, at tað ber til hjá okkum at framleiða tað rúsdrekka, sum vit í dag innflyta. Vilja vit hava sterkt øl til landið, skulu vit sjálvandi eisini kunna framleiða tað. Sama er galdandi fyri rúsdrekka, vit innflyta whiskey, men kunnu ikki framleiða tað. Tað er ein dupult standardur har, sum ikki er grundaður í nøkrum, sigur Pál Weihe.