30 luttakarar vóru, tá Vágaskot skipaði fyri FM-kapping um vikuskiftið. Skotið var á 18 metrum fyri vaksin og 12 metrum fyri børn.
Tað hevur verið afturgongd við compound luttøku bæði hjá vaksnum og børnum, tískil bleiv eingin FM-kapping í compound fyri børn. Men tann ungi compoundskjúttin, sum er, luttók ístaðin saman við teimum vaksnu og vann sær silvur heiðursmerki.
Kappingin var sera væl eydnað og vóru fleiri nýggj andlit at síggja á fremstu plássunum.
Úrslitini frá kappingini vóru hesi:
Vaksin
Innleiðandi úrslitini í compound: Jógvan Niclasen, Tambar (T), (283+287) 570 stig, nr. 2 Nikkel Petersen, Ørvur (Ø), (275+276) 551 stig og persónligt met, nr. 3 Magnus Andreassen Ø (272+277) 549 stig og persónligt met og nr. 4 Kaj Johannesen Ø (268+266) 534 stig.
1/2-finalurnar: Jógvan-Kaj 114-108. Magnus og Nikkel skutu ein sera spennandi dyst, sum endaði javnur 109-109 og máttu teir tískil hava umskjóting. Fyrsta umskjóting endaði 9-9 og síðan vann Magnus við 10-9.
Bronsufinalan: Nikkel-Kaj 109-106.
Gullfinalan: Jógvan-Magnus 114-108 og endurvann Jógvan føroyameistaraheitið.
Innleiðandi úrslitini í recurve: Hans Petur Højgaard Ø (273+263) 536 stig, nr. 2 Eirikur í Jákupsstovu Ø (264+256) 520 stig, nr. 3 Eggaba Andreasen, VágaSkot (V), (258+260) 518 stig, nr. 4 Tórfinn Hansen V (252+252) 504 stig og persónligt met, nr. 5 Jastrid M. Jensen T (244+253) 497 stig, nr. 6 Tórhallur Simonsen V (232+251) 483 stig, nr. 7 Rakul Dam T (206+237) 443 stig og nr. 8 Jim S. Guttesen V (188+155) 343 stig.
1/4-finalurnar: Hans Petur-Jim 102-62, Jastrid-Tórfinn, sumhøvdu ein góða javnan dyst, sum endaði 105-104, Eggaba-Tórhallur 104-99 og Rakul-Eirikur 100-107.
1/2-finalurnar: Hans Petur-Jastrid 110-95 og Eggaba-Eirikur 104-107.
Bronsufinalan: Eggaba-Jastrid 101-93.
Gullfinalan: Hans Petur-Eirikur 106-100 og endurvann Hans Petur føroyameistaraheitið
Børn
Innleiðandi úrslitini: Bogi Andreasen V (250+243) 493 stig, nr. 2 Rógvi Dalsgarð T (249+240) 489 stig, nr. 3 Sirið Rein T (241+243) 484 stig, nr. 4Tummas Eidesgaard Ø (235+240) 475 stig, nr. 5 Ragnar Mikkelsen V (233+241) 474 stig, nr. 6 Odd Andreassen Ø (234+237) 471 stig, nr. 7 Rógvi Larsen T (226+245) 471 stig, nr. 8 Rani Beder T (211+233) 444 stig, nr. 9 Oddmar Nielsen Ø (199+242) 441 stig, nr. 10 Heðin Olsen T (223+209) 432 stig, nr. 11 Bogi Mørkøre Ø (213+216) 429 stig, nr. 12 Bjartur Joensen T (200+193) 393 stig, nr. 13 Rúni Davidsen T (160+200) 360 stig, nr. 14 Ørvur Guttesen V (176+151) 327 stig, nr. 15 Bjarni Viggo Hansen Ø (136+182) 318 stig, nr. 16 Martin Breiðaskarð Ø (138+164) 302 stig, nr. 17 Meinhard Dam Ø (124+176) 300 stig og nr. 18 Sonni Højgaard Ø (148+122) 270 stig. Heili 13 persónlig met blivu skotin.
Av tí, at bert 16 fara víðari til finaluumførini vóru Meinhard og Sonni lidnir at skjóta fyri dagin.
1/8-finalurnar: Bogi A.-Martin 105-54, Oddmar-Rani 92-96, Ragnar-Bjartur 94-74, Rúni Tummas 92-93, Sirið-Ørvur 92-67 Bogi M.-Odd 89-92, Rógvi L.-Heðin 102-79 og Bjarni Viggo-Rógvi D 40-90.
1/4-finalurnar: Bogi A.-Rani 106-100, Ragnar-Tummas 91-96, Sirið-Odd 98-82 og Rógvi L.-Rógvi D. 95-92.
1/2-finalurnar: Bogi A.-Tummas 101-89 og Sirið-Rógvi L. 104-99
Bronsufinalan: Tummas- Rógvi L. 98-96.
Gullfinalan: Lagt var upp til eina spennandi finalu millum Sirið og Boga A., tí Sirið hevði í innleiðandi kappingini sett persónligt met við 47 stigum fleiri enn tað besta, hon nakrantíð hevði skotið, og so bleiv. Fýra umfør á 3 pílar skuldu skjótast 26-26, 26-27, 29-25 og 26-28. Sostatt eydnaðist hjá Sirið í síni fyrstu finalu at basa Boga og vinna sítt fyrsta føroyameistaraheitið.
Sirið hevur verið við í bogaskjóting í nøkur ár og hevur hon seinastu tíðina vant væl. Hetta hevur givið henni stóra framgongd og væntað vit at síggja fleiri góð úrslit frá henni í framtíðini.