Smávegis skaðar í føroyska hópinum

Fyrireikingarnar til dystin móti Póllandi ganga væl, hóast smávegis skaðar eru í føroyska hópinum.

-      Síðani sunnudagin hava vit havt dagligar venjingar og sum heild hevur gingið væl, hóast smávegis skaðar eru í føroyska hópinum. Tað sigur Jóan Pauli Olsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, í samband við fyrireikingarnar til HM-undankappingardystin móti Póllandi, ið verður á Svangaskarði hósdagin klokkan 17:00.

Seinastu tíðina hava føroysku kvinnurnar spælt nógvar dystir og hetta merkist, nú landsliðið fyrireikar seg til undankappingardystin móti Póllandi. Í øllum førum er greitt at Lív Arge ikki verður tøk til dystin hósdagin. Lív, ið seinastu tíðina hevur verið fastur partur av besta kvinnuliðnum hjá HB, umframt U-19 landsliðnum og A-landsliðnum, hevur trupulleikar við lærkrikanum og tí verður mett, at Lív Arge ikki verður før fyri at spæla landsdyst um tveir dagar.

Harafturat eru aðrir smærri skaðar í hópinum. Liljan av Fløtum Petersen, Íðunn Magnussen, Fríðrún Danielsen, Annika Petersen og Ansy Sevdal hava ikki vant við fullari ferð seinastu dagarnar, samstundis sum Heidi Sevdal hevur ligið sjúk. 

-      Vit hava góðar læknar og fysioterapeutar kring hópin, so vónandi verða tær flestu klárar til dystin móti Póllandi, sigur Jóan Pauli Olsen, landsliðsvenjari.

HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Pólland verður á Svangaskarði hósdagin 8 mai, klokkan 17:00. Tað er ókeypis atgongd til dystin.

Kelda, www.fsf.fo og myndina eigur Hans Erik Danielsen frá www.fsf.fo.