Í dag landa partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fyrstu gulllaksalastirnar í ár.
Tað er Landingarmiðstøðin við Toftagjógv, sum landar skipini, ið hava umleið 400.000 pund av gulllaksi tilsamans.
Heimasíðan hjá Nes kommunu veit at siga, at skipini hava roynt sunnan fyri í einar 5-6 dagar, og teir lata ikki væl at fiskiskapinum á fyrsta túrinum.
Gulllaksurin, sum verður landaður á Toftum, verður koyrdur inn á Tavuna í Leirvík, har hann verður virkaður til fars.
in.fo veit at siga, at allir seks trolararnir, sum plaga at fiska gulllaks, eru byrjaðir. Hini skipini eru Polarhav og Stjørnan og Vestmenningur og Fram.
Gulllaksavertíðin er soleiðis byrjað, og vanliga plaga skipini at fiska til nakað út á heystið.
Tavan keypti í fjør 9.500 tons av gulllaksi.