Soleiðis spyr borgarstjórin í Skopun, Marjun Debes:
Fyri einum knøppum ári síðani skrivaði eg hetta lesarabrævið.
Sjóneykan bleiv sett á trupulleikan, har man m.a. hevði samrøðu við fólk úr oynni, sum koyra í tunnlinum dagligt. Samrøða bleiv eisini gjørd við Una Danielsen stjóra í tunnilsfelagnum. Hann kom við ymiskum frágreiningum, onkur vil vera við, at tað einans vóru undanførðslur, sum ikki kundu brúkast til nakað. Men lat tað fara!
Nakað eftir hetta bleiv tunnilin turrur, umstøðurnar at koyra í tunnlinum blivu betri við. at tað bleiv ljósari og strikur o.a sóust aftur.
Nú eitt knapt ár eftir lesarabrævið og nógvar áheitanir frá fólkið á sosialum miðlunum v.m. er aftur galið.
Eg eri júst komin suður aftur úr Havn eftir fundarvirksemi, og havi eg hug at seta Una Danielsen, stjóra í tunnilsfelagnum, líknandi spurning sum fyri einum ári síðani.
Hvat er tað, sum hevur riggað teir seinastu mánaðirnir, men sum ikki riggar longur?
Vit eru fleiri ið hava eitt gott boð, men áhugavert er at fáa at vita, hvat bleiv gjørt við táverandi trupulleika. Tí, sum kunnugt bleiv trupulleikin loystur eftir nakrar vikur.
Støðan í tunnlinum er ikki líka ring nú, sum hon var tá, men tað gongur ikki long tíð, so enda vit aftur í somu støðu.
So Uni Danielsen og onnur ið vara av tunnlinum, hvat bleiv gjørt fyri at loysa trupulleikan síðst og hvat hevur man broytt eftirfylgjandi, nú vit aftur hava sama trupulleika? Og hví hevur man gjørt hesar seinastu broytingarnar?
Marjun Debes
Borgarstjóri
Skopunar kommuna
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
















