Gamli redaktørurin á 14. September, Martin Fjallstein, hevur ómakað sær, at heita á feska og óroynda fólkatingsmannin hjá Tjóðveldinum, um at flyta fram grækarismessurøðu. 12. mars 2002. Eftir at hava sitið frá morgunstundini úti á Ríðibananum og roynt at snøgga sum frægast um manuskriptið, spáki eg mær seigliga framvið Ráðhúsinum og síðani inneftir Vestarubrúgv. Tað ræður um, at kroppur og sál gera sína entré samstundis. Føroyahúsið er stúgvandi fult, fólkið tapetiserar at kalla bróstini. Tíanbetur vóru fastrarnar báðar komnar úr Valby og uttan úr Kastrup. Tær lora standin á richterskalanum eitt sindur niður, áðrenn røðarin fer on stage. Kenni ikki eina sjel annars. Kemst kanska av, at Keypmannahavn ikki er býurin, hinvegin transitstaðurin, hjá gomlum sjómonnum. Nú standi eg tó har.
Avgerandi løtan. Total konsentratión. Nú ræður um, at stemmugaflarnir báðir, røðarin og áhoyrarnir, koma í resonans. Í somu løtu sum alt tóktiskt at vera komið í eina natúrliga legu, broytir góða løtan seg til eitt inferno. Buldur og brak. Undantaksstøða. Um ein Mikoyan-Gurevich, MIG 21-jagari, kom bóltandi niður ígjøgnum tekjuna á Glyvra Kirkju meðan Meinhard endurgav Buber fyri at hava sagt, at Guð er tær nærri enn tín egni skuggi, hevði tað ikki verið verri. Virgar T. Dalsgaard hevði forlátið húsið. Var ikki komin meira enn hálva leið í fyrsta reglubrotinum, so eg skilti onki av rumsterilsinum. Fyrrverandi redaktørurin á frælsisblaðnum royndi at sissa meg, og bara meg, tí ongin annar tók sær tyknið av tí sum hendi. Seinri fann eg útav, at eg hevði nevnt Sverra Patursson, áðrenn lunnarnir brustu og jørðin skalv, og at tað var orsøkin til rokmiklu byrjanina hjá mær og Virgari.
Man hava verið ovmikið og í meira lagi samanhangandi til sjós, táið eg ongantíð í lívinum hevði hoyrt um hendan mannin - fyri hendan dagin. Skilji tó, at hann altíð hevur verið á pallinum onkursvegna, har nakað hendi. Serliga táið samfelagið varð sett undir luppin. Ideologiirnar. Á mótinum, tá parlamenterað varð, og nú sigur onkur, at hann og Høgni Hoydal skulu hava verið frontfigurar í einum kjakfelag í ríkismetropolinum í nítiárunum. Guð má vita, hvussu tann leikurin er farin. Líkamikið, Virgar gjørdist høvuðsandstøðingurin hjá fullveldislandsstýrinum frá 98 og frameftir. Socialdemokratiski mergurin munin stinnari enn hjá heimliga Javnaðarflokkinum, og tað var eisini hann, sum slerdi Jóannes Eidesgaard til riddara, táið vit komu inn í eitt nýtt millennium, fyri sløkum 7 árum síðani. Hetta var áðrenn Kalsberg og Djurholm vóru farnir ígjøgnum ta stóru politisku metamorfosuna, áðrenn teir sjónliga kensluliga ávirkaðir, spákaðu sær niður ígjøgnum landgangin á kongaskipinum sum danskir riddarar.
Eftir at kommunistarnir og socialdemokratarnir skiltust, og fluttu seg hvør sín vegin, frá stóru arbeiðararáðstevnunum, helt Stalin fyri, at hesir seinru onga hugsjón høvdu, virkaðu meira sum upppumpaðir valbjølgar og funktionellar maskinur, táið fólkið skuldi rekast í rætt. Eftir tað varð valdið einsamalt avgerandi. Virgar er ikki partur av hesum gráa homogena liði. Hann er einarin, partisanurin, sum verjir síni og floksins sjónarmið úr lýsing í skýming. Hann er ideologiski verjin og duravørðurin, og skuldi onkur ólátaður tjóðveldismaður fløkt seg upp í hansara sferu, verður høgt til so tað munar. Trupulleikin er bara, at húsini tømast, og eftirhondini er vørðurin tann einasti, sum stendur undir liðini á klassisku stevnuskránni. Alt er nú so útvatnað og mergsogið í yuppieliberalismu, frá Blair til Eidesgaard, at her vendist ikki aftur í bræði. Serliga ikki, eftir at Fólkaflokkurin við Breckmann sum sjefdomptøri, tók kommando´ina á brúnni í Javnaðarflokkinum fyri 4 árum síðani. Tikið varð til ein hippie´ara, at hann var punkteraður í hasjmjørkanum onkustaðni ímillum Havnina og San Francisco. Jóannes onkustaðni ímillum Parísarkommununa hjá Peturi Mohr Dam og Pinochet-fjepparan Óla Breckmann, heldur nærri hinum seinra, og Virgar hevur verið merkiliga tigandi hesi seinru árini. Helst er hann ikki heilt álvuligur við ringa standin. Nú ideologisku bardúnirnar eru brostnar.
Lionel Jospin segði um franskan politikk, at hann var átøkur Bermuda-tríhyrninginum. Royndi ein at feta seg inn í miðkringin, var tað reglan heldur enn undantakið, at viðkomandi hvarv sum døgg fyri sól. Hetta er tað sum hendir í alt ov stóran mun í okkara tíð, politikkur er farin at snúgva seg um handilstenn, blæður og barsilsskipanir. Ov slætt lendið fyri ein ideolog, sum hevur eina turkatrúgv á, at samfelagið má og skal skipast samsvarandi einhvørji fatan. Filosofiskum substansi. Har eru Virgar og eg samdir.
Føðingardagsbarnið er lisin maður. Sum mureldar blaktra gullkornini millum orðini og serliga ímillum teirra. Minnið er sum á fíli, málsliga kjølfestan so munadygg, at hann verður ikki løgghallur, missir ikki seg sjálvan burtur, um okkurt ella fleiri fremmandaorð sníkja seg upp í skrivaða tekstin. Og hann borðreiðir ikki við keðiligum kancellistíli, sum alt fleiri av stereotypunum nú á døgum gera. Hann hevur funnið sín egna. Volumiøsur, vel denn, men leikandi lættur, undirhaldandi og intellegentur. Vit eru sjaldan samdir, serliga ikki, táið hann gevur okkum tjóðveldismonnum ein skarpan gang, og eg velji at trúgva, at subjektiviteturin er tilvitað valdur, fyri at seta spennið upp ímillum línumastrarnar í politiska heksaketlinum. Onkuntíð kennist tað, sum hevur hann verið ov leingi av landi skotin, konteksturin er oftani í meira lagi íligin, hann umrøður viðhvørt samfelagið, sum hann vaks upp í, og setur tað sum pall fyri tí sum nú hendir, og tá er tað, at óneyðugu skammlopini koma.
Tað skal ikki skilja okkum. Og lat meg nevna, at eg minnist serliga væl tvær av greinum hansara. Minningarorðini um skyldmannin Atla. Ein hendinga upplýsandi og væl skrivað grein. Stórt søguligt virði, fyrsta honds dokumentatión, um meginpolitikaran í okkara tíð. Supertalentið, sum kom úr arabisku oyðimørkini inn á ovastu rók í Tinganesi. Og sat sum løgmaður longri enn nakar annar fyri og eftir. Og so undirhaldandi yrkta satiran, um ferðina hjá Zachariasi Wang á ST-høvuðsborgini, táið hann skuldi siga Mr. Gali frá, hvussu hunddálkaðir føroyingar vóru av dønum líka síðani 1380. Unbeleaveable.
Virgar hevur virkað sum lærari bæði í Føroyum og í Danmark. Nú er hann farin um virknan aldur í so máta, men skilji á lagnum, at hann seinri hevur roynt seg sum bussjaførur. Hjá føroyingum, sum av minni góðum orsøkum eru strandaðir í Keypmannahavn. Hetta sigur nakað um hansara magnfullu socialu og solidarisku kenslu. Í fleiri ár royndi hann eisini at hvessa málsliga førleikan hjá útisetabørnunum inni í Føroyahúsinum á Vestaru Brúgv.
Og nú eru vit aftur har sum tað hendi í aðru syftu. Veljarafundur. Løgtingsvalið 2002. Hølið stúgvstappað. Minnist at Kristian Magnussen og Lisbeth L. Petersen sótu við pallborðið. Eg var ikki liðugur við mítt fyrsta íkast, nú hevjar ein rísin maður seg úr mannfjøldini, hárið er ývið og eyguni lýna sum riflukúlur ígjøgnum glareyguni. Gjørdist skjótt greiður um, at eg var komin í skotmál. At hetta ikki var hvør sum helst, sum nú sendi eina verbala torpedo fyri, og aðra eftir, fram ímóti podi´inum. Eg mátti taka veð í øllum mínum barrikadum, teimum kensluligu, politisku og kropsligu. Nú reið um snarið. Nú ráddi um at venda rákinum, í hvussu er at taka broddin av vestfallinum.
Táið eg fekk orðið aftur, segði eg sum var, at tað var ikki lætt at fara upp ímóti Virgari T. Dalsgaard, mínum favorittlitterati um tað mundið, og sum eg favoriseraði somikið, at eg altíð goymdi greinar hansara, til náttarlestur, táið líkindini vóru betri til djúptøkna greining. Publikum skilti onki. Maðurin var sum hamskiftur. Eftir fundarlok kom hann til mín, og spurdi um vit báðir ikki skuldu fara inn á eitt vertshús í grannalagnum, at leska okkum vælindini við eini grønari frá Tuborg. Og afturvið herskna brygginum, Gammel Dansk, frá sprittverksmiðjuni í Aalborg, tosaðu vit um leyst og fast. Kemiin helt, og appropos fólkatingsvalið um hálva aðru viku, so var tað ta ferðina, at hann uppfann nýggja kelinavnið fyri Norðuratlantsbólkin – republikanska akvarium´ið hjá Høgna Hoydal. Hann mundi halda okkum báðar Sjúrð vera tveir viljaleysar apologetar í lógvunum á høvuðsaversiónini úr Hoyvík. Løtu eftir komu nakrir føroyskir studentar inn á gólvið, og teir skiltu lítið av tí heila, táið teir á fyrstu parkett upplivdu the summit ímillum socialdemokratiska sjefarahundin og føroyska fólkatingsmannin hjá Tjóðveldinum.
Virgar góði, eg virði tíni sjónarmið, og tað er gott at onkur onkuntíð pussar dustið av politisku hugsjónunum, tað megnar tú betri enn nakar. Eri errin av, at eg fekk eina serskilda innbjóðing til festivitasið, sum Føroyahúsið av góðum grundum hevur fyriskipað sínum evsta entertainara ígjøgnum mong ár. Sjálvt um eg ikki helt teg vera komnan somikið til aldurs, so fari eg at ynskja tær so hjartaliga tillukku við sjeyti ára føðingardegnum og vóni inniliga, at tú skjótt førkar teg yvir aftur til andans hvørvistein, og hvessir tær pennin av nýggjum. Føroyingar leingjast eftir honum, og føroyskir javnaðarmenn hava meira brúk fyri honum nú, enn nakrantíð.
Hóast vit ongantíð verða samdir, so skuldi ikki meira enn ein pilsnari til, fyri at vit kundu vera í stovu saman, tað sigur ikki so lítið, og tað eri eg fegin um. Gott at hava ein blaktrandi socialdemokratiskan vita at miða seg eftir, táið ringast stendur til, kanska eru vit meira samdir har enn á loysingar-sambands ásini. Har tað er so knívskorið. Góðan byr tín gamli frontkempari. Yvir og farin fyri hesu ferð.
tórbjørn jacobsen