Størri samstarv í oljuvinnuni

Týskland vil fegið hava tættari samstarv við Noreg á oljuøkinum, og londini eru vorðin samd um at seta eina felags nevnd at leggja samstarvið til rættis.

34 prosent av oljuni og gassinum, sum týskarar innflyta, kemur av teimum norsku oljuleiðunum, men á einum fundi í Bremen í vikuni kom fram, at týskarar vilja fegnir keypa uppaftur meiri olju og gass úr Noregi.

Men týskarar hava eisini áhuga fyri samstarvi í sjálvari oljuvinnuni. Týskland og Russland hava longu skrivað undir ein sáttmála um samstarv í tí russiska partinum av Barentshavinum, og ein slíkan vilja týskarar fegnir hava við Noreg. Norski vinnumálaráðharrin, Børge Brende, sigur við Aftenposten, at nú skulu serfrøðingar kanna, hvussu samstarvið ímillum norskar og týskar fyritøkur í oljuvinnuni kann økjast.