StÍF rann Kyndil um koll

Hondbóltur: StÍF vann uppiborið á Kyndli í seinasta dystinum í 1. deild hjá monnum áðrenn endaspælið

1. deild menn:

Kyndil-StÍF 22-31 (11-18)


Í seinasta dystinum í grundspælinum vann StÍF uppiborið á Kyndli í høllini á Hálsi í Havn sunnudagin. Endaliga úrslitið gjørdist 31-22, men longu í fyrra hálvleiki vístu strandingar, at teir henda dagin vóru nógv betri enn kyndlamenn, ikki minst hvat konditión viðvíkur.

Longu í hálvleikinum vóru sjey mál á muni, 18-11, og hóast Kyndil í byrjanini av seinna hálvleiki tók seg upp á 18-14, var ongantíð veruligur ivi um, hvønn veg sigurin fór. Serliga málverjin hjá StÍF, Jóhan Danielsen, stóð væl og tók í seinna hálvleiki fleiri brotskøst. Til tíðir var hugflogið í spælinum hjá heimaliðnum sera lítið, meðan strandingar hinvegin vóru raskir at skora upp á sínar møguleikar.

Serliga Arthur Johansen gjørdi um seg og fekk tíggju mál., har av tey sjey í fyrra hálvleiki. Tað gjørdi heldur ikki støðuna hjá Kyndli betri, at annar málverjin, Hans á Lag, fekk reyða kortið, tá fyrri hálvleikur endaði, fyri at skumpa ein stranding út í veggin. Hetta var annars fyrsti dystur hjá Hans á Lag eftir leikbannið, hann fekk fyri eitt annað reytt kort móti H71 beint áðrenn jól.

Spurningurin er kortini, um tað hevði gjørt mun, um Kyndil í seinna hálvleiki hevði havt ein ella tveir málverjar, tí StÍF-liðið var vælupplagt og vann uppiborið. Eftir ósigurin sunnudagin datt Kyndil niður á fjórða pláss, nú endaspælið byrjar. Men av tí at øll liðini missa helvtina av sínum stigum, er framvegis sera javnt, og alt kann henda komandi tríggjar mánaðirnar.