Stjarnan vann annan dystin á rað

Nú bragdar hjá liðnum hjá Natasju Hammer og Ingu Mariu Roysdóttir

Fyrstu 10 dystirnar í bestu íslendska hondbóltsdeildini hjá kvinnum megnaði føroyingaliðið, Stjarnan bert at vinna eitt stig. 

 

Nú hevur liðið hjá Natasju Hammer og Inga Mariu Roysdóttir lyft seg av aftasta plássinum í deildini við øðrum sigrinum á rað.

 

Í dag vann Stjarnan á heimavølli greitt 34-28 á Selfossi. Í steðginum var Stjarnan á odda 16-13.

 

Natasja Hammer (myndin) var næstbesti málskjúttin hjá Stjörnuni við seks málum. Inga Maria skoraði tvey mál. Eva Björk Davíðsdóttir var við 12 málum stórskjútti hjá Stjörnuni í dag.

 

Stjarnan er næstaftast í deildini við fimm stigum. 

 

Komandi mikukvøld klokkan 20 spælir Stjarnan dyst á útivølli móti Fram.