- Støðan í alivinnuni er ikki haldbar

- Støðan í alivinnuni er ikki haldbar har túsundatals tons av kemiskum evnum verða latin á sjógv, og har alt livandi á firðunum so við og við fánar burtur. Sjálvsøgd rættindir at fara við tráu ella báti í fjørðin, eru skúgvað til viks til frama fyri einstakar føroyskar og útlendskar privatar fyritøkur, og tað, fáast kann av seiði og øðrum smáfiski, er ikki mannaføði vegna fóðringina í alivinnuni.


Tað skrivar Kári Thomsen, arkitektur, ið ikki leggur fingrarnar ímillum í nýggjasta lesarabrævinum har hann viðgerð dálkingina av firðum.


Fyri skotum stendur alivinnan, ið hann metir er við til at oyða alt lív á havbotninum.


- Prógvað er inntil fleiri ferðir at kemisku evnini brúkt verða í lúsabasingini eisini taka lívið av øðrum krabbadjórum, smákyktum og djóraplankton o.ø., og at hesi evni enntá finnast aftur í lidnu vøruni.


- Laksalýsnar eru blivnar mótstøðuførar móti øllum evnum, og sær út til at tær eisini gerast mótstøðuførar móti feskum vatni. Hvørjar avleiðingarnar verða tá laksalús trívast í okkara vøtnum, áum og løkum, er ikki gott at vita, men at avleiðingarnar verða ógvusligar er lítið at ivast í.


Politiska skipanin og almenna umsitingin fær tó eisini fleiri ákoyringar í skrivinum fyri væntandi eftirlit av vinnuni, og manglandi vilja at gera nakað við trupulleikan.


- Umhvørvisstovan ger lítlar og ongar kanningar av dálkingarstøðuni, og er kunnleikin til lívfrøðina á firðunum tí sera lítil. Og allíkavæl verður hildið áfram at geva nýggja aliloyvi sjálvt um staðfest er ovurstór og eitrandi dálking, ið ikki kann sigast at verða uttan týdning, og har vit eisini eftir fleiri ár síggja, at tamarhald ikki fæst á lúsabasingarstøðuni og dálkingini. Í slíkum førum heimilar Umhvørvislógin smb. kap.5 §34 landsstýrinum at banna framhaldandi rakstri og møguliga at krevja fyritøkuna, virkið ella útbúnaðin burtur.


- Heilsu- og Innlendismálaráðið umsitur lógina um verju av havumhvørvinum, men vil ikki fylgja ásetingum, at góðkenningar til virksemi á sjónum, ið ávirka náttúru og umhvørvi munandi, ikki kunnu veitast fyrr enn mett er um avleiðingar.


Til ber at lesa alt lesarabrævið hjá Kári Thomsen við at trýsta á hesa leinkjuna.