Stolin politibilur mundi koyrt á avdotnan mann

Tá politiði í nátt skuldi avheintað avdotnan mann uttan fyri eitt vertshús, sníkti ein fullur maður seg inn í politibilin, koyrdi hondbremsuna niður og koyrdi bilin á rull 21 ára gamli maðurin, sum stuttleikaði sær við at koyra politibilin á rull, verður nú ákærdur eftir grein 252 í revsilógini, sum kann geva upp til 4 ára fongsul fyri í ósketni ella ovfarakæti at seta lív ella førleika hjá øðrum í vanda.

Annars hevur vikuskiftið verið sum so mong onnur vikuskifti, sigur vakthavandi á politistøðini. Onkur er tikin fyri at koyra ov skjótt, fleiri fráboðanir hava verið um fullar bilførarar, og tveir mans, sum koyrdu út av á Oyggjavegnum, vóru seinni handtiknir við hús og ákærdir fyri rúsdrekkakoyring og at koyra uttan koyrikort.

Politiið var tvær ferðir úti til húsaófrið. Í øðrum førinum, var maðurin tikin til politistøðina, meðan persónurin í hinum førinum lovaði at halda seg vekk frá húsinum, har hann hevði verið til fortreð.