Í samband við Eystanstevnuna verður Heiðavegur stongdur hóskvøldið 11. juni kl. 17.00 og verður latin uppaftur sunnukvøldið 14. juni kl. 20.00 Stevnuøkið verður á Heiðavegi, við Gulu smiðju. Í tí sambandi er neyðugt at steingja Heiðaveg fyri gjøgnumkoyring á strekkinum frá á leið Blákrossbúðini í syðra enda og norður til Radiobúðina, skrivar runavik.fo.
Skelting verður sett upp, sum vísir til blindveg, í báðum endum av Heiðavegi, og avsperring verður gjørd á nevndu støðum. Gjøgnumgangandi ferðslan verður beind eftir Fjøruvegnum (og Gulasteinsvegi).











