Summarlesiavbjóðing til børn og ung og 500 krónur at vinna

Bókadeildin bjóðar øllum ungum lesihestum (18 ár ella yngri) at vera við í okkara lesiavbjóðing í summar.

 

Hetta skrivar Bókadeild Føroya Lærarafelags.

 

Summarfrítíðin nærkast, og fleiri børn hava kanska ikki so góðan hug at lesa bøkur beint nú. Loysnin er ein summarlesiavbjóðing, sum ger tað til eitt spæl at finna júst tær røttu bøkurnar! Tað er bara eitt krav: børn og ung (18 ár og yngri) skulu lesa eina bók úr hvørjum av hesum fimm bólkunum fyri at klára avbjóðingina. Vit hava nøkur góð uppskot.

 

Fá ein vaksnan, sum hevur eina teldupostadressu, at útfylla hendan frymilin við øllum fimm bókunum, áðrenn summarfrítíðin endar 13. august. So ert tú við í lutakastinum, har tríggir hepnir vinnarar fáa eitt gávukort á 500 kr til bokaklubbin.fo

 

 

 

1. Les eina bók um vinalag.

 

Okkara uppskot:

 

  • 3-8 ár – Tá Mumbo Jumbo varð risastórur: Mumbo Jumbo hevur etið av loynisoppunum og er vorðin risastórur! Tann einasta, sum kann gera Mumbo Jumbo lítlan aftur, er heksin Baba Jaga, og hon býr 10.000 km burturi, í Sibiria. Tíbetur hevur Mumbo Jumbo góðar vinir, sum koma við honum á ferðina. Jakob Martin Strid, 2019.
  • 11-15 ár – Hestur horse pherd cheval love: Hestur Horse Pferd Cheval Love er ein skaldsøga um at hava ein vin, sum er øðrvísi enn tú. Um at føla seg sum eitt barn og ein tannáring í senn. Um at duga at skilja tað, sum er øðrvísi, og samstundis vera ein sjálv. Mette Vedsø, 2022.

 

 

 

2. Les eina bók um at ferðast.

 

Okkara uppskot:

 

  • 4-7 ár - Feita ferian hjá pápa Sally: Sally og familjan hjá henni fara at ferðast. Tey skulu til eitt løgið land, sum Sally ongantíð hevur hoyrt um fyrr – og sum vanligt, tá tað hevur okkurt við pápa Sally at gera, verður tað ein ferð full av pellisøgum, flóvisligum hendingum – og kipsi. Thomas Brunstrøm og Thorbjørn Christoffersen, 2025.
  • 8-12 ár - Mira 4 – Mira #ferðast #París #longsul: Mira fer til París fyri fyrstu ferð, men tað er helt sikkurt ikki síðstu ferð. At ferðast er nemliga akkurát Mira. Mira er ein teknirøð um vinir, forelskilsi, familju og um, at broytingar kunnu henda. Sabine Lemire, Rasmus Bregnhøi, 2024.
  • Ung – Kjarr: Ein forvitnislig ungdómsbók sett saman av frásøgn, dagbók og hugarensli um at ferðast, finna seg sjálva og loysa eina krimigátu. Rakel Helmsdal, Kathrina Skarðsá, 2020.

 

 

 

3. Les eina bók um eina ommu ella ein abba.

 

Okkara uppskot:

 

  • 6-9 ár - Abbin og úlvarnir: Mina droymir altíð um eina óhugnaliga krokodillu og er ræðuliga bangin, tá ið hon vaknar. Men abbin sigur, at fyri at vinna á ræðsluni, mást tú gera okkurt passaliga vandamikið. Tí fara tey øll saman við abbanum eina rannsóknarferð. Per Olov Enquist, 2007.
  • 9-12 ár - Gangstaraomman: Eitt púra vanligt og keðiligt fríggjakvøld finnur Ben gimsteinar í einari køkudós hjá ommuni. Og tað er byrjanin upp á tað størsta, svakasta og mest ótrúliga ránið í heimssøguni. Tí omman er ikki hvør sum helst, hon er ein gangstaraomma. David Walliams, 2019.

 

 

 

4. Les eina bók við einari óvæntaðari hetju.

 

Okkara uppskot:

 

  • 5-10 ár – HundamaðurTá politisturin og politihundurin Greg koma til skaða til arbeiðis, broytir ein slóðbrótandi skurðviðgerð heimssøguna og kemur við HUNDAMANNI. Við hundahøvdi og menniskjakroppi er hendan djarva hetjan til reiðar at berjast fyri rættvísi. Klikkað og stuttlig teknirøð við eini rúgvu av aktion, spenningi, kærleika og skemti! Dav Pilkey, 2024.
  • 7-12 ár – Lortafrensur: Ein ræðuliga stuttlig teknirøð um dreingin Sívar og Lortafrens, sum eru í óendaligum bardaga. Lortafrensur vil nemliga ikki finna seg í at vera syndabukkur og ger av at beina fyri Sívari. Men tað er ikki lætt. Mest tí at Lortafrensur í loyndum elskar Sívar. Ella í hvussu so er elskar at hata hann. Sophie Souid, Thomas Hjorthaab, 2025.

 

 

 

5. Les eina bók, sum gongur fyri seg í Føroyum.

 

Okkara uppskot:

 

  • 6-9 ár - Heimalambið Nella: Nella er ein gella. Heimalambið Nella vil hvørki vera innibyrgd ella einsamøll. Hon berjist sum fyri lívinum at sleppa út, rennur eftir hundum, óruddar í kjallaranum, órógvar á rættini, í hoyna og allastaðni, har hon er, og so er hon eisini so veðursjúk. Betta á Dalinum, Jana Jonhardsdóttir, 2026.
  • 10-12 ár – FORNT: Fornt er eitt heimskent telduspæl, sum øll verðin elskar. Í spælinum kanst tú velja at varnast ella at jagstra verur. 11 ára gamli Eiri og vinkona hansara Sólja varnast eina nýggja veru í spælinum, sum eingin nakrantíð hevur sæð fyrr! Brádliga spæla tey millum teir bestu Fornt-spælararnar í heiminum. Men okkurt er ikki heilt, sum tað sær út til at vera ... Elin á Rógvi, Silja Eystberg, 2024.