Tvey fólk lótu lív í ukrainskum álopi

Bjransk er ein av russisku regiónunum, sum hevur mark til Ukraina

 

Tvey fók lótu lív og tvey vórðu særd í einum ukrainskum álopi á russisku regiónina, Brjansk.

 

Tað siga lokalir myndugleikar í økinum seint í kvøld.

 

Kelda til tíðindini er virkandi guvernørurin í økinum, Jegor Kovaltsjuk, sum skrivar hetta á boðtænastuni, Telegram.

 

Tíðindastovan NTB skrivar, at Bjransk er ein av russisku regiónunum, sum hevur mark til Ukraina.

 

Í gjár bórust eisini tíðindini um, at Ukraina mikunáttina hevði rakt fleiri russisk ídnaðaranlegg, eitt nú í Vladimir-og Samara-regiónunum.

 

NTB veit at siga, at eitt ídnaðaranlegg nærindis Moskva eisini varð rakt í einum ukrainskum álopi mikunáttina.