Svenski miðbakkurin, Jim Gottfridsson sum hevur leikt 176 dystir, og hevur skotið 535 mál fyri Svøríki fer nú aftur á slóðina.
Aftaná at hava verið burtur frá barndómfelagnum, IFK Ystad í 15 ár fer 33 ára gamli Jim Gottfridsson aftur at spæla við IFK Ystad, ið spælir í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.
Jim Gottfridsson hevði eitt ótrúligt 12 ára tíðarskeið við Flensburg-Handewitt, árini 2013 til 2025. Farna kappingarár spældi hann við ungarska liðnum, Szeged.
Við heimasíðu felagsins sigur Jim Gottfridsson: - Tá møguleikin beyðst at koma heimaftur til IFK Ystad, so kendist avgerðin røtt. Hetta er felagið har alt byrjaði, og tað er her eg vil skriva mín næsta kapitul á yrkisleið mínari. Eg eri ikki komin heim fyri at enda mína yrkisleið. Eg komi heimaftur við høgum málum. Eg vil vinna dystir, geva av royndum mínum, og eg vil hjálpa IFK Ystad at koma aftur har felagið hoyrir heima. Sigur Jim Gottfridsson.
##med2##












