Fregnast varð eftir ætlaðu gongdini í teirri politisku viðgerðini, um málið bleiv lagt fyri tingið, um ferðafólka-, vinnulívs-, fiski-, íðnaðar- oo. vinnuáhugamál, farma-, ítróttar-, mentanar- oo. áhugamál fóru at verða tikin upp á ráð. Eisini vóru oljuvinna, havnaviðurskifti og ferjulega nevnd, eins og Meginfelag teirra brekaðu og heilsutænastan annars.
Landsstýrismaðurin varð spurdur, um hann vildi tryggja løgtinginum, at tað ikki varð farið undir fyrireikingar til projektering og útbjóðing, fyrr enn frammanfyri nevndu mál vóru tikin við upp á ráð.
Landsstýrismaðurin var bæði blíður og týður - tá, og gav løgtinginum lyfti um mest møguligt innlit í málið, meðan tað bleiv fyrireikað. Hetta var í februar mánaði.
Men nú árið er liðið, hevur løgtingið hvørki frætt orð ella eið aftur frá landsstýrismanninum. Í svari sínum onsdagin upp á ein nýggjan fyrispurning um sama mál, og um hví eingi lyfti vóru hildin, svaraði landsstýrismaðurin, at málið einaferð fór at koma til tingsins viðger.
Og júst har liggur hundurin grivin. Tá ið alt er snikkað saman, kemur tað alvitandi embætismannaverkið og landsstýrismaðurin til tingið við einum liðnum projekti, har stødd, slag, ferð og umstøður annars eru løgd í fastar rammur, og einki kann nertast uttan risastórar avleiðingar.
Fakligt og politiskt skynsemi hongur ikki altíð saman. Vit kunnu sum dømi loyva okkum at hugsa um rættiliga nýggju ferjulegurnar í Skopun, Hesti og Gomlu Rætt, sum vóru bygdar til eina ferju, sum var gomul, tá ið hon kom til landið fyri fjórðingaøld síðan. Nú noyðast vit at brúka 16 mió.kr. afturat komandi ár fyri at tær skula kunna taka ímóti einum bulbstevni á einari nýggju ferju.
Bulbstevni hava ferjur og skip nýtt í eina fjórðingsøld og reiðiliga tað, áðrenn hesar ferjulegurnar vóru gjørdar.
Ella vit loyva okkum at hugsa um tað skynsama í at nýta Smyril sum eykaskip til alla aðrar stevnur og fótbólstdystir enn til Jóansøku og Ólavsøku. Tá er Pride svarið. Hann kann ikki brúkast inn á Skálafjørðin, sigur reiðaríðið, men sum tiltak um Suðuroyarfjørð, tá mest stendur á, er hann ivaleysa góður - heldur reiðaríið - og landsstýrismaðurin.
Fyrispurningarnir á tingi eru ætlaðir at tryggja javnvágini millum løgtingið og landsstýrið, so at tingið fær innlit í tað, sum stýrið ger. Øllum stendur síðani frítt at hugsa um virði í skeivum upplýsingum og bíligum undanførslum.
Ársgamli fyrispurningurin um Suðuroyarskipið varð settur júst fyri at tryggja øðrum áhugamálum enn teimum á fjallinum, men nústani eru tey lokalu komin framat. Løgtingið, sum skal játta peningin, tykist framvegis vera ein býur í Kina, hóast lyfti vóru givin um, at tingið skuldi vera tikið í álvara - fyri einaferð skuld.
Ein anlegslóg her og ein projektjáttan har skulu so kortini á borðið so ella so, og tá er sjálvandi møguleikin fyri at missa alt á gólvið líka so stórur, sum klombruta framferðin hevur verið síðan málini tóku seg upp av fyrstan tíð. Tíanverri.
Hvat eini íløgu í eitt nýtt Suðuroyarskip viðvíkur, eiga sjálvandi allir møguleikar at vera havdir á lofti, hvat skipaslagi stødd, leið og ferð viðvíkur, og sjálvandi kann eitt leigumál gerast av einum skjóttgangandi katamarani nú í vetur eisini, so at nakað er at taka støðu til.
Tí er tað so umráðandi, at vit síggja møguleikarnar, at vit hava verandi ferðafólka-, farma- og vinnuáhugamál fyri eyga saman við oljuvinnuni, og síðani gera eina niðurstøðu, soleiðis at íløgan komandi 30 árini verður nýtt á skynsamasta hátt.
Hergeir Nielsen