Suzuki Ignis er faktiskt ein bilur sum bæði er væl egnaður til býkoyring og til longri túrar á landsvegi. Í mun til tann fyrra Ignis sum kom á marknaðin fyri tveimum árum síðan, er hesin nýggi ein størri og rúmligari bilur. Hann er 16 cm longri og er blivin rúmligari innan við t.d. betri plássi til tey ferðandi á baksetrunum og viðførisrúmið er vaksið nakað og er nú 236 litrar. Designið er eisini smartari, við t.d. størri lyktum og linjurnar eru meiri frískar, og bilurin sær meiri innbjóðandi út.
Hóast Ignis ikki er nakar stórur bilur, situr man høgt, og útsýnið er gott allar vegir. Av tí at bilurin er so rúmligur, fær bilførarin kensluna av, at hann koyrir ein munandi størri bil í ferðsluni. Eisini setrini eru breiðari og betri at sita í.
Instrumentborðið hevur eisini fingið heilt nýtt design við instrumentum við ljósari bakgrund.
Diesel komandi ár
Í grundútgávuni hevur Ignis 1,3 litur motor og verður drivin við forhjólunum, men hann fæst eisini við 1,5 motori, sum trekkjur framman ella sum 4x4. Tá hevur hann viskosekobling, sum automatiskt slær til tá brúk er fyri tí.
Fyrst í komandi ári fæst Ignis eisini við dieselmotorinum: DDiS (Diesel Direct Injection System).
Sum standard hevur Ignis t.d.: ABS bremsuskipan við EBD (elektroniskum bremsukraftdeilara), fimm nakkapútur har tær á forsetrunum eru "aktivar", airbag framman og í síðunum, el-síðurútar framman, el-síðuspegl v. hita, og stereo radio við 4 hátalarum.
Ignis hevur eina trygdarskipan, sum ger at pedalirnar geva eftir við ein harðan samanstoyt, hetta er fyri at verja beinini á bilførarnum.
Bíligasti Ignis 1,3 GL 2WD kostar 145.000 krónur, 1,5 GL 2WD kostar 156.000 krónur og 1,5 GL 4WD kostar 167.000 krónur.
Suzuki Ignis 1,5 GL 2WD
Motorurin1,5 litur 16V bensin 99 hk
0-100 km/t10,4 sek
Bensinnýtsla14,9 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd165/70-14
Stødd og vekt
Longd377,0 cm
Breidd160,5 cm
Hædd160,5 cm
Eginvekt950 kg
Viðførisrúm236 litrar
Prísurkr. 156.000,-
Søluumboð Sp/f Eyðbjørn Hansen
Varðagøta 75
FO-100 Tórshavn
Tel.313375
www.suzuki.fo