Tann 25, juli virkaðu tveir av generatorunum á kjarnorkuverkinum í Forsmark í Svøríki ikki, og hóast óhappið ikki elvdi til leka, verður tilburðurin mettur sum sera álvarssamur.
Nú fýlast norsku myndugleikarnir á, at teir ikki fingu boð um óhappið í Forsmark, skrivar blaðið VG. Kjarnorkuserfrøðingurin Niels Bøhmer sigur við blaðið, at ein leki á verkinum í Forsmark hevði fingið nógv størri avleiðingar fyri Noreg, enn vanlukkan í Tjernobyl hevði á sinni.
Norsku myndugleikarnir vísa á, at sambært einum nýggjum norðurlendskum sáttmála skulu Norðurlond ávara hvørt annað, um nakað álvarssamt er á vási, men tað gjørdu sviar kortini ikki. Kanska mettu teir ikki óhappið nóg álvarssamt, men ta umberingina halda norðmenn ikki vera rætta. Tí fara teir at spyrja svensku myndugleikarnar um málið, skrivar VG.