Svii handtikin í Føroyum við álvarsligt brotsverk

Løgreglan handtók í gjár ein svia eftir boðum frá svensku løgregluni. Rætturin skal taka støðu til, um hann skal latast svensku løgregluni

Løgreglan skrivaði á ein hátt søgu í gjár, tá hon handtók ein svenskan mann í Føroyum eftir boðum frá svensku løgregluni. Maðurin er skuldsettur ella undir illgruna fyri at hava framt álvarsligan persónskriminalitet í Svøríki. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn fær ikki sagt ítøkiliga, hvat tað er, sum maðurin er undir illgruna fyri at hava fram, men revsiramman er í øllum førum oman fyri 7 ára fongsul.

 

Svenska løgreglan vil hava mannin útflýggjaðan, og tað er nakað, sum Føroya Rættur skal gera av. Tí skal maðurin framstillast í rættinum. Men áðrenn tað verður avgreitt, eru tað ymisk viðurskifti millum svenskar og danskar myndugleikar, sum skulu fáast upp á pláss, so tað verður neyvan avgreitt í dag. Men málið má so fyri rættin fyri at maðurin skal verða sitandi í varðhaldinum í Mjørkadali, til málið um útlevering er avgreitt.

 

Maðurin er seinast í tríatiárunum, og hann hevði verið í Føroyum í minni enn eina viku. Hann búði privat í Føroyum, og handtøkan fór fram úti og uttan dramatikk. Vaktleiðarin sigur, at løgreglan hevði fyrireikað seg væl, sum tað skuldu havt verið trupulleikar við handtøkuni.

 

Av øðrum úr samdøgursfrágreiðingini hjá løgregluni sigur vaktleiðarin, at tá løgreglan steðgaði einum bili í Runavík mettu tey, at førarin sá eitt sindur eitt sindur beduggaður út. Og tá hann blástu í alkoholmetrið, blásti hann yvir tað loyvda. Han varð tí skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.