Tøl ið lúgva

Hóast strandingar koyrdu í frígear seinastu 20-25 minuttirnar, so høvdu teir ongar trupulleikar at vinna dystin á Kyndli

Hondbóltur

 

Sjáldan munnu tølini hava logið meira enn tað sama. Soleiðis sum máltalvan at enda sá út, kundi áskoðarin kanska hildið seg hava verið vitni til ein hampuliga javnan og spennandi hondbóltsdyst.

Men tað var nú langt ífra sannleikanum. Veruleikin var, at StÍF vann ein sera sannførandi sigur á Kyndli sunnudagin. Var tað ikki fyri framúr málmansavrikinum hjá Lars Black og mest sum líkasælu frá gestunum longu seinastu løtuna, kundi talan væl verið um veruligt sorl. Eitt sorl, sum eisini lá í luftini, tá støðan tíðliga í seinna hálvleiki vísti 8-18.

 

Eingin ferð

Stóri trupulleikin hjá Kyndli var, at teir als onga ferð fingu á álopsspælið. Tað bar við sær, at teir høvdu ilt við at spæla tunt, og so kundi gestirnir hava ein sterkan miðblokk, sum støðugt órógvaði skjúttarnar hjá Kyndli.

Strandingar spruttaðu hinvegin ikki á sama hátt, sum teir hava gjørt í nøkrum av dystunum í ár. Ferðin varð sjáldan skrúvað upp í topp, men við róligum og væl skipaðum álopsspæli megnaðu teir alla tíðina seg alt longur frá vertunum. Ikki minst tí liðið eisini telur nakrar sterkar individualistar, sum duga bæði gjøgnumbrot og tempskift.

Hetta varð eisini sjónligt seinastu løtuna av dystinum. Mongu og framúrskarandi bjargingarnar frá Lars Black høvdu kanska givið Kyndli ein lítlan møguleika. Við fimm minuttum eftir var munurin minkaður niður í fimm mál, og fyri at skerja gestirnar, satsaði Kyndils-venjarin alt við at mansverja Danni Syhler, Svein Justinussen og David Edvardsen. Men framvegis taldi StÍF-liðið menn við gjøgnumbrotsstyrki, og so gjørdist spenningurin ikki størri enn tað sama.

StÍF staðfesti við sigrinum sína støðu sum nummar tvey á talvuni. Men enn meira staðfesti dysturin, at Kyndil í verandi líki ikki líkist nøkrum oddaliði. Teir grønu hava tó áður víst, at teir væl kunnu spæla seg upp, sum árið líður. Men við broyttu kappingarskipanini, har stigini ikki verða býtt í helvt, skulu teir skjótt taka sær heilt aðrar lutir fyri, um dreymurin um eina triðju finalu á rað skal gerast veruleiki.

 

Fakta um dystin

Kyndil-StÍF 24-28 (8-15)

Málskjúttar

Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 6, Ken Zachariassen 5(2), Finnur Hansson 5(2), Hanus Johansen 3, Hjalti M. Jacobsen 3, Bárður Johannesen 2

StÍF: Sveinur Justinussen 7(1), Davic Edvardsen 6, Danni Syhler 3, Borgar Danielsen 3, Leivur Justinussen 3, Rúni Niclasen 3, Bárður Danielsen 1, Jón L. Rasmussen 1, Bent Djurhuus 1

Brotskøst: Kyndil 5, StÍF 2

Útvísingar: Kyndil 5, StÍF 3

Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen

 

Mynd: Kyndil-StÍF m

Mynd: Álvur Haraldsen