Tær rógva fyri lívinum

Kappróður er tjóðarítrótturin í lítlu bygdini Árnafirði. Eingin ivi um tað. Her hevur kappróðrarfólkið tær bestu umstøð­urnar, og her verður eisini alt gjørt fyri at bátarnir skulu fáa góð úrslit. - Vit ætla okkum ikki at verða aftast í ár, siga nakrar av gentunum umborð á 5-mannafarinum Katla, sum róði fyrstu ferð í fjør

Árnafjørður: - Ja, koyr á. Kom so - 1-2-3, og so spurta vit eitt sindur!

Róðursmaðurin umborð á Katlu - Ólavur Nybo av Viðareiði - veit hvat tað snýr seg um. Og hann vil fegin hava genturnar umborð á Katlu at rógva seg til eitt gott úrslit.

Tær eru farnar í bátin ein vakran seinnapartin í farnu viku, tá Sosialurin er í Árnafirði. Huginum at rógva bilar einki, men tað er kortini eitt sum skapar órógv umborð: Tær eru ikki fullmannaðar í dag.

Umborð á einum 5-mannafara skulu tær helst vera seks í tali, men hesa løtuna lá ikki væl fyri í so máta. Tær eru bert fýra í dag: Ásla kundi ikki koma henda seinnapartin, og tann sætta hevði boðað frá, at hon gavst at rógva í summar. Og hetta hendir bara fáar dagar frammanundan fyrsta FM-róðrinum á Norðoyastevnu!

- Vit hava tó tveir eyka rógvarar, men tær fáa ikki so verið við í dag, siga hinar fýra spentu genturnar umborð á Katlu - Silja Michaelsen úr Norðdepli, Klara Baldursdóttir úr Klaksvík, Sára Petersen úr Norðdepli og Ruth Jórun Sandvik úr Klaksvík. Tær fýra ætla so í øllum førum ikki at gevast á hondum!!

Til heiðurs fyri myndamann okkara setast tveir dreingir við hinar árarnar, og nú gongur tað við ferð út eftir Árnafirði. Tað ræður um at rógva væl og leingi, tí stutt er til fyrstu stóru royndina leygardagin!

 

Ivaleysa harður túrur

Tær fýra ídnu kappróðrargent­urnar hava altíð havt stóran áhuga fyri róðuri. Hetta kemur ikki av ongum, tí í heimstaðum teirra hevur henda ítróttargreinin sera stóran áhuga.

Spyrt tú fólk í Árnafirði, er eingin ivi um, at kappróðurin her av sonnum er at meta sum teirra tjóðarítrótt. Her hevur kappróðrarfelagið eitt sera væl útgjørt neyst, og alt verður gjørt fyri at kappróðrarfólkið skal føla seg væl og nærum borið á lógvum.

Í ár er kortini fyrstu ferð, at hesar fýra genturnar - Silja, Klara, Sára, Ruth Jórun og tvær aftrat - skulu setast við árar umborð á Katlu at kappast við javnaldrar teirra á firðum og sundum.

Tær løgdu tíðliga til brots í vetur. Longu um mánaðarskiftið november/desember byrjaðu tær so smátt at fyrireika seg til kappróðrarárið 2009.

Tað vísti seg tá, at ikki allar varðveittu sama áhugan, og tí vóru árarnar - ella rættari sagt rógvimaskinurnar - lagdar á hyllina eitt bil. Í januar mánaði varð tó lagt til brots aftur av álvara.

Tær plaga at renna her úr neystinum og niðan til tunnilsmunnan. Hetta er ein rættiliga langur túrur, serliga tí at brekkan niðan er so drúgv.

- Jú, hetta er ein ivaleysa harður túrur, siga tær við ein munn.

Afturkomnar til neystið setast tær síðani við rógvimaskinurnar restina av kvøldinum. Stóri spurn­ingurin er, um hesar venjingarnar eru nóg góðar til at útvega teimum okkurt metall í summar.

 

Seriøsar

Tað er nakað síðani, at tær fýra genturnar - Silja, Klara, Sára og Ruth Jórun - á fyrsta sinni fóru í bátin.

Um hetta mundið tóktist tað kanska sum um rættiliga long tíð var til fyrsta FM-róðurin á Norðoyastevnu. Tá vit vitjaðu í Árnafirði í farnu viku, var týðiligt at merkja, at nú var ikki nógv tíð eftir til tær fyrstu ferð skuldu royna seg.

Fyrsta møguleikan og ta fyrstu styrkiroyndina kundu tær fáa seinasta leygardag á Strondum, men tað er nú leygardag at tað veruliga ræður um at vísa styrki og hvat tær ætla.

Hvørja plasering tær fáa í hesum fyrsta FM-róðrinum í Klaksvík dugir eingin teirra at meta um. Tær hava sjálvandi møguleika at vinna róðurin, men tær taka einki sum givið uppá forhond.

- Vit kenna ikki enn so nógv til hinar bátarnar. Vit hava hoyrt, at summar manningar eru sera seriøsar, bæði við venjing, kosti og øðrum.

- Men so hoyra vit eisini um, at aðrar eru ikki serliga seriøsar og stríðast enn við at finna rætta áralagið, siga tær fýra.

 

Sum hjá Rocky Balboa

Ein av avgerandi treytunum fyri røkka einum góðum úrsliti er venjing, venjing og aftur venjing og tað, at ein ikki missir mótið, hóast báturin ikki var mannaður fáar dagar undan Norðoyastevnu.

Ella sum Rocky sigur tað so rámandi í filminum Rocky Balboa frá 2006: “You, me, or nobody is gonna hit as hard as life. But it ain't about how hard ya hit. It's about how hard you can get it and keep moving forward. How much you can take and keep moving forward. That's how winning is done!”

(Tú, eg ella um nakar fara at raka teg so hart sum lívið. Men tað snýr seg ikki um, hvussu hart tú slært. Tað snýr seg um, hvussu hart tú tekur ímóti tí og kortini heldur áfram. Hvussu nógv tú kanst taka ímóti og halda áfram. Tað er at vinna!)

Tær hava lagt venjingina so praktiskt til rættis sum yvirhøvur tilber. Tær byrja tíðliga, og eru tí so mikið tíðliga lidnar, at stundir eisini eru til skúlating, repetering til royndir og onnur áhugamál. So koma úrslitini helst fyrr ella seinni.

Hetta vita genturnar umborð á Katlu eisini, og tað fingu tær so sanniliga eisini at merkja leygardagin, tá róð varð um kapp á Strondum. Tá gekk hvørki verri ella betri enn at tær komu ikki á mál, av teirri einfaldu og sera keðiligu orsøk, at nøglin fór úr.

Hetta hevur kortini ikki fingið tær at leggja árarnar á hillina. Tær leggja nóg fyri - og okkurt eisini til viks! - fyri at kunna venja tað sum krevst fyri at gera seg galdandi í fremstu kappróðrarrøð í summar. seinni. Kanska oddasessurin eisini!

- Vit ætla okkum so ikki at verða aftast. Tað vilja vit for alt í verðini umganga, siga tær fýra við ein munn.

 

–––––––––––––––––––––––––––––

Serstakt at rógva

Í nógvum bygdum er tað so, at ein ávís ítróttargrein hevur størstan áhuga millum fólkið.

Bygdirnar norðanfyri hava í størstan mun savnað seg um kappróðurin. Og sigast kann, at úrslitini als ikki hava verið av leið.

Tær fýra genturnar - Silja, Klara, Sára og Ruth Jórun - halda allar, at tað er nakað serstakt at rógva kapp. Millum úttalilsini eru hesi:

• Tað er ein summarítrótt

• Tær eru nógv úti

• Ein hittir fólk úr øllum landinum

• Tað krevur nakað av teimum

• Nógv fylgja við róðr­unum og stuðla teimum á tann hátt

• Kappróður er somu­leiðis ein partur av mentan og samleika okkara.

• Og so er hetta eisini ein gomul ítrótt, sum haraftrat er tjóðarítróttur okkara!

 

_____________

Róðu undan mastrarhvali

Árnafjørður er frá Skaparans hond sera væl egnaður til mangt og hvat: Bæði til aling og ikki minst til venjing hjá einum kappróðrarbáti.

Tað eru kortini aðrir, sum eisini hava gott eyga á Árnafirði. Tað eru mastrarhvalirnir, og hetta fingu genturnar umborð á Katlu at merkja undir eini venjing í farna mánaði.

Tær vóru farnar nakað langt út á fjørðin, tá tær brádliga sóu okkurt røra seg í sjónum. Tær trúðu fyrst at hetta vóru tvær nísur, men tað vísti seg, at hetta altso vóru tveir mastrarhvalir.

Tær gjørdust ikki sørt kløkkar av hesi óvæntaðu vitjanini. Tær tóktust ráðaleysar eina evarska lítla løtu og skríggjaðu eitt sindur, men tóku seg so saman og róðu bátin inn ímóti aliringunum.

- Vit hava faktiskt ongatíð róð so gott og so skjótt sum akkurát ta ferðina!, siga tær brosandi.

Mastrarhvalirnir vóru beint í hølunum á kappróðrarbátinum, einar 5 til 7 metrar aftanfyri, men vandi var ongatíð á ferð.

Tær fingu sent boð frá sær til lands, og hagani kom ein bátur teimum til hjálpar, soleiðis at alt spældi væl av.

- Vit sóu teir ikki aftur, men hetta gjørdi nokk sítt til, at tann eina gentan ikki kom við aftur, siga tær fýra eitt sindur harmar á málinum.

 

---------

 

Fyrstur at vinna trý FM-heiti

á rað

Árnafjørður er ikki nýggj kappróðrarbygd. Í 1964 tóku árnfirðingar seg saman at manna ein bát fyri at royna seg í kappróðri. Hetta varð so gjørt, men ikki kann sigast, at tað gekk av tí besta, tí báturin endaði heldur aftarlaga hetta árið.

Men hetta vildi teir ikki á sær sita, so tá teir høvdu róð á Ólavsøku 1964 fóru teir beina kós niðan til bátabyggjaran, Niclas í Koltri, har teir bóðu hann smíða ein nýggjan Árnfirðing.

Í 1965 gekk betur, men tó rukku teir ikki tað mál, ið teir høvdu sett sær fyri, altso eitt FM-heiti. Tað bragdaði fyrst í 1966, tá Árnfirðingur gjørdist FM-vinnari hjá áttamannaførunum.

Árnfirðingur vann heili trý FM-heiti á rað, í 1966-1967-1968. Hann var tann fyrsti, sum vann trý FM-heiti á rað hjá áttamannaførunum.

(Kelda: arf.fo)