Tað er trýst á Heðini og Mikkjali

Felags fyri KÍ og EB/Streym er, at tað ikki hevur riggað so væl síðstu tíðina

Næstsíðsta fríggjakvøld var EB/Streymur í Gundadali. Tað endaði 2-2 ímóti B36, sum kendi seg hava mist tvey stig, meðan teir í EB/Streymi fegnaðust um javnleikin. Hann kendist søtur, tí hetta var fyrsta stigið síðani 17. juni, tá ið sundalagsmenn vunnu 2-1 í Hólmanum ímóti 07 Vestur.

 

Hóskvøldið var KÍ í Gundadali. Tá endaði tað við 2-1 tapi ímóti B36. Næst síðsta fríggjakvøld tapti KÍ 1-0 á heimavølli ímóti HB. Tapini ímóti høvuðsstaðarfeløgunum svíða. Ístaðin fyri at verja oddasessin, sum hevði verið veruleiki, um tað høvdu verið sigrar og ikki tap ímóti HB og B36, so er dagsskráin hjá KÍ nú at spæla fyri at verja næstfremsta plássið.

 

Tá ið liðini hittust í Klaksvík 22. apríl vann KÍ 2-0. Í Hólmanum á Eiði vann KÍ 1-0.

 

KÍ verjuspælarin Deno Pavlovic er skaddur.

Hjá EB/Streymi verður Aksel B. Danielsen, sum fyrr í summar varð leigaður frá KÍ, millum spælararnar.

Hjá EB/Streymi er tað stórur smeitur at stinni miðverjin Oddur Á. Højgaard er skaddur.