Tað endaði tríggjar ferðir javnt millum KÍ og NSÍ

Vit taka samanum teir tríggjar innanhýsis dystirnar millum KÍ og NSÍ

Savnsmynd

Fremstu biðlarnir til FM-gullið í Meistaradeildini hjá monnum, KÍ og NSÍ hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í landskappingini.

 

Tað ótrúliga var, at allir tríggir dystirnir endaðu við javnleiki.

 

Liðini møttust í hálvfinalunum í steypakappingini, og har eydnaðist tað báðum liðunum at vinna ein 4-2 sigur á heimavølli.

 

Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum í landskappingini gjørdist 3-3.

 

Telja vit málini við í steypakappingini við er samlaða málúrtøkan millum KÍ og NSÍ í 2026: 9-9. 

 

KÍ-NSÍ 1-1 (0-1) - 15. mars

 

1-0 Páll A. Klettskarð (32.)

 

1-1 Petur Knudsen (51.)

 

NSÍ-KÍ 0-0 - 3. juli

 

KÍ-NSÍ 2-2 (0-0) - 23. august

 

1-0 Filip Brattbakk (59.)

 

2-0 Páll A. Klettskarð (67.)

 

2-1 Petur Knudsen (83.)

 

2-2 Daniel Obbekjær (90.+8)

 

Kelda: FaroeSoccer

 

Savnsmynd