Tað eru løtur í lívinum tá ið ein verður yvirtikin av serligari gleði

­ Men eitt er kenslur, gleði, vónir. Eitt annað er veruleiki. Og føroyskur politikkur hevur lært meg, at hann er gjøgnumsúrgaður av klandri, svartskygni, øvundsjúku og mótvilja ímóti øllum framburði. Hvør vinnur so hesuferð?

­ Nú er ljós fyri stavn. Og tað er mín vón, at Landssýrið, og ein stórur partur av Føroya Løgtingi standa stinn og taka neyðugu tøkini, sum skulu til, fyri at fremja ætlanina um einar sjálvstøðugar Føroyar.

Jógvan Sundstein, fyrrverandi topp- politikari í 24 ár dylir ikki fyri, at hann er ein glaður maður í dag.

Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um nýggja samgonguskjali.

Og hesin gamli revurin í føroyskum politikki dylir ikki fyri, at hetta eru kenslubornar dagar fyri seg.

­ Tað finnast løtur í lívinum, tá ið ein verður yvirtikin av eini serligari gleði.

­ Eina slíka løtu upplivdi eg leygardagin 9. mai, 1998, umleið klokkan 12, táið Útvarpið hevði eina stutta samrøðu við Anfinn Kallsberg, eftir at hann var komin út frá Løgtingsformanninum og har hann greiddi frá tí partinum í samgonguskjalinum sum er um ríkisrættarligu viðurskiftini, sigur Jógvan Sundstein.

­ Anfinn Kallsberg greiddi frá, at nýggja samgongan staðfestir, at Føroyar eru ein tjóð, og Føroyar eitt land og at uppskot verður lagt fyri Løgtingið longur í ár, sum skal fremja hetta fullveldi í verki.

­ Fyri mær var tað, sum um øll míni politisku ynski, frá tí eg var óviti undir krígnum, til í dag, gingu út henda vælsignaða góðveðurs - leygardagin.

Hann sigur, at samgonguskjalið er fult í samsvari við ynski veljarans, tí fingu hesir flokkarnir ta undirtøku, teir fingu.

Hann sigur eisini, at hevur týðiliga merkt á fólki, at tey eru glað um tað, sum er hent og at tað hevur breitt seg eitt bjartskygni ímillum fólk sum sjálvdan fyrr.


Eitt eru kenslur, eitt annað er veruleiki

Jógvan Sundstein sigur, at hóast hetta kann ljóða báði sjálvsagt og hátíðarligt alt í einum, eru hetta týdningarmestu og mest grundleggjandi orðini í tí nýggja samgonguskjalinum.

­ Útfrá hesum skal restin av arbeiðnum gerast, sum skal skapa teir praktisku karmarnar um einar sjálvstøðugar Føroyar.

Men so leggur hann afturat fyri líkasum at sláa kalt vatn í blóðið aftur.

Tí hann sigur, at eitt eru kenslur, vónir og gleði.

Eitt annað er veruleiki.

Og hvussu er so veruleikin?

­ Føroyskur politikkur hevur lært meg, at hann er gjøgnumsúrgaður av klandri, svartskygni, øvundsjúku og mótvilja ímóti øllum framburði.

­ Og spurningurin er: Hvat av hesum vinnur hesuferð? Verður tað tann ljósa og vónríka orðingin í 1. punkti í samgonguskjalinum, ella verður tað tann vanliga, føroyska undirlutakenslan og tað vanliga máttloysi?


Má ikki blíva ein umbering

Jógvan Sundstein sigur, at hann loyvir sær tó at vænta, at tað hesuferð fer at eydnast einum stórum meiriluta av Løgtinginum at gera arbeiði, sum skal til fyri at leggja til rættis eitt føroyskt fullveldi við ávísum sáttmála við danir og einari føroyskari grundlóg.

Og hann væntar eisini, at tað fer at eydnast at gera hetta arbeiði bæði skjótt og væl, og at tað verður so sannførandi, at stórur partur av fólkinum tekur undir við tí á fólkaatkvøðuni.

Men hann ávarar eisini og sigur, at tað má ansast væl eftir, at fólkaatkvøðan ikki veðrur brúkt sum umbering hjá politikarum og eitt alibi fyri at sleppa undan ábyrgd.

­ Arbeiðið má gerast við fullari, politiskari ábyrgd og verða so dygdargott og fullfíggjað at føroyska fólkið veruliga sær og skilir, at hetta framtíðarloysnin fyri Føroyar.

­ Tað má ikki blíva soleiðis, at politikarar forsøma at gera sítt arbeiði undir páskoti av, at fólkið sleppur at velja. Politikarar mugu veruliga gera hetta til síni hjartaamál og arbeiða hart fyri teimum.

­ Tí vit eiga at gea okkum greitt, at tekur fólkaatkvøðan ikki undir við hesum, missa vit alt á gólvið og vit eru í sama stað, sum har vit byrjaðu


Vit fáa heilt aðrar møguleikar

Jógvan Sundstein sigur, at tað eru fyrst og fremt ætlaninar at broyta ríkisrættarligu støðu okkara, sum sameinir hesa samgonguna.

Og hann sær fyri sær, at arbeiðið hjá Landsstýrinum og Løginginum verður skipað soleiðis, at:


1) Í 1998 verður føroyskur heimarættur staðfestur.


2) Í 1998 verða samráðingar ímillum Føroyar og Danmark, sum hava við sær, at Føroya Løgting staðfestir, at Føroyar eru sjálvstøðugt land og at danska Fólkatingið samtykkir tað sama.


3) Síðani verður, eisini í 1998, sáttmáli gjørdur ímillum Føroyar og Danmark um ávís mál, sum samstarvast skal um, herundir felags kongshús og gjaldoyra.


4) Táið alt hetta er liðugt og avgreitt, og samtykt av Løgtinginum, verður skipanin send til fólkaatkvøðu til góðkenningar.


5) Í 1998 fer ein grundlógarnevnd til arbeiðis og hevur í 1999 eitt liðugt lógaruppskot, sum Løgtingið síðani samtykkir.

Samtyktað grundlógin verður síðani send til fólkaatkvøðu til góðkenningar.


Við báðar fólkaatkvøðurnar verður vanligur meiriluti galdandi.


Jógvan Sundstein sigur, at hann síðani skilir samgonguskjalið soleiðis, at farið verður undir at skipa øll málsøki undir føroyskt lóggávu- og umsitingarvald.

­ Táið málsøki sum Skipasýnið, Realkredittstovnurin, Tjóðbankin og Fíggjareftirlitið verða nevnd fyri seg í samgonguavtaluni, skilji eg tað sum um hesi skulu fáast uppá pláss beinanvegin, tvs. áðrenn sjálv sjálvstýrisavtalan er liðug.

­ Búskaparliga verður gjørt upp ímillum bæði londini samstundis sum sjálvstýrislógin og samríkisavtalan verður gjørd.

Jógvan Sundstein sigur, at tá ið Føroyar eru blivnar sjálvstøðugt land, verður eisini heilt øðrvísi grundarlag fyri at skipa viðurskiftini við onnur lond.

­ Sannlíkt er, at vit fara at fáa eina meiri skipaða avtalu við ES, t.d. eina EØS

líknandi avtalu. Avtalur kunnu eisini gerast báði við ES og við onnur lond um t.d. útbúgvingar-heilsu- og arbeiðsmarknaðarsamstarv.

­ Handilsliga verða vit nógv meiri óheft av Danmark og fáa harvið nógv fríari ræsur viðvíkjandi innflutninginum.

­ Yvirhøvur fáa vit eina heilt aðra støðu í altjóða høpi og kunnu flyta okkum burtur frá tí ?heimføðisliga³ við altíð at gera sum danir.


Betri Kredittvirði

Jógvan Sundstein ivast ikki í, at nýggja, ríkisrættarliga støðan fer at gera, at Kredittvirði hjá Føroyum verður betri, enn tað hevur verið.

­ Tí tá koma vit at hava ábyrgdina sjálvir. Lagt verður upp til, at vit skulu hgava sama gjaldoyra sum danir.

­ Danir koma í veruleikanum at hava sama gjaldoyra sum Euro¹in.

­ Tvs, at vit binda okkum til at føra ein búskaparpolitikk, sum hevur við sær, at krónan heldur til at verða krøkt uppí hin gjaldoyruni.


Slopnir væl frá tí

Jógvan Sundstein sigur, at hann fer ikki at gera so nógv ar viðmerkingar til aðrar partar í samgonguskjalinum, tí sum sagt eru tað tey ríkisrættarligu viðurskiftini, sum eru tann berandi kraftin í tí.

­ Men eg haldi, at flokkarnir eru slopnir væl frá hesum eisini.

­ Hetta er ein ógvuliga avvigaður politikkur, sum allir flokkar kunnu taka undir við, hvørki borgarligur ella sosialistiskur.

­ Eg taki fyrst og fremst skjalið sum at nýggja samgongan hevur niðurprioritera búskaparliga og vinnuliga partin til frama fyri ríkisrættarligu viðurskiftini, men at hon kortini vil halda fast um eitt ávíst støði, m.a. í heilsuverkinum á sosiala økinum og á íløguøkinum,

­ Somuleiðis er tað eisini sera positivt, at samgonguflokkarnir ikki eru farnir í smálutir, tí vit vita, at ein nógv útgreinað politisk avtala hevur nógvar veikleikar.

­ Tey ymsu økini eru hartil viðgjørd á ein slíkan hátt, at tað ber væl til hjá øllum flokkum at nýta hetta sum eitt arbeiðsgrundarlag.

­ Men, leggur hann afturat:

­ Ongin avtala er betri enn tann vilji, sum er aftanfyri hana til at samstarva og til at gera tað praktiska arbeiði.

Hinvegin er tað ein ólukka fyri eina samgongu at útgreina samgonguskjalið ov nógv, tí tað forðar fyri tí politiska arbeiðnum. Tað verður brúkt sum ein stavur at sláa samgongufelagar í høvdið við, hvørja ferð okkurt stingur seg upp.


Standi nú stinn

Táið vit spyrja Jógvan Sundstein um samgongan skuldi verið breiðari, er hann heldur ivingarsamur.

­ Tað er skeivt at gera eina landsstýrissamgongu so breiða, at alt løgtingið í grundini verður flut út í Tinganes.

­ Men júst tí, at nakrir flokkar eru í samgongu, og aðrir í andstøðu, er tað neyðugt, at samarbeiðið í tinginum verður veruligt og ikki bert verður ein táta.

­ Tí var tað gott at hoyra formann Javnaðarfloksins geva sína tilsøgn um samstarv um tann partin í samgonguskjalinum sum er um ríkisrættarligu viðurskiftini.

­ Og líka gott var at hoyra komandi løgmann, Anfinn Kallsberg, taka av hesum samstarvi.

Jógvan Sundstein sigur, at ein andstøðuleiðari, sum positivt arbeiðir saman við eini stjórn, kvalifiserar seg til at verða stjórnarleiðari í einum seinni skeiði.

­ Hinvegin var tað eitt vónbrot at hoyra fráfarandi løgmann, Edmund Joensen, formann sambandsfloksins.

­ Haðani var sama armóðstala, sum hesin flokkur hevur livað av, líka síðani 1906.

­Sambandsflokkurin hevur sæð tað sum sína uppgávu, hvørja ferð ein blóma sprettir, at køva hana, so at hon ongantíð verður til prýðis og gleði.

Jógvan Sundstein sigur at enda, at hansara vón til nýggja Landsstýrið og ein stóran part í Løgtinginum er, at tit nú standa stinn og taka neyðugu tøkini fyri at fremja málsetningin.

Men hvat nú um samgongan slitnar tá ið málsøki skulu býtast?

­ So langt havi eg slett ikki hugsað. Tað hevði verið bart út sagt heilt idiotiskt.