Tað var stórt fýrverk í Gundadali

Fyri fyrstu ferð nakrantíð var Ragnar Samuelsen hjá B36 tvífaldur málskjútti, tá ið tað í grannauppgerðini í Gundadali vóru nógvir málmøguleikar, og tað aftur endaði javnt

Tað endaði javnt, tá ið tað í sera góðum fótbóltslíkindum í Gundadali endaði 2-2 millum HB og B36. Soleiðis var tað eisini fyrr í summar. Ta ferðina var B36 frammanfyri 2-0. Í kvøld var HB frammanfyri 1-0, og B36 var frammanfyri 2-1, áðrenn vongverjin í vinstru Lassana Faye fimm minuttir undan leikloki og eftir langt innkast úr høgru, sum innskifti Heðin Hansen snittaði víðari til handara stólpa, skoraði. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at niðurlendski vongverjin var málskjútti hjá HB.

 

Tað var ferðmikið, og tað var undirhaldandi, tí tað vóru nógvar spentar støður í báðum brotsteigunum. Samanspælið var ikki altíð so gott, og sum seinni hálvleikur leið hevði tað komið væl við, um tað var onkur, sum steðgaði bóltin, áðrenn tað varð koyrt á aftur.

 

Undan dystarbyrjan varð norski HB álopsspælarin Emil G. Pedersen kosin at vera besti spælari síðsta mánaðin. Emil G. Pedersen vísti í kvøld, at hann framvegis er vandamikil álopsspælari. 20 minuttir vóru farnir, tá ið hann vann brotsspark, sum hann sjálvur umsetti til 1-0, og so hevur hann skorað 13 mál.

 

HB var omaná tað, sum var eftir av fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at økja um leiðsluna.

 

Eftir steðgin svaraði B36 aftur, tá ið árstalsfelagið bæði javnaði og legði seg á sigurskós. Í báðum førum var tað miðvallarin Ragnar Samuelsen, sum var málskjútti. Hann varð liðformaður, tá ið Hannes Agnarsson tíðliga í fyrra hálvleiki noyddist skaddur av vøllinum.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin javnaði Ragnar Samuelsen til 1-1. Marius Kryger Lindh átti uppleggið, og 20 minuttir undan leikloki varð Ragnar Samuelsen í sínum 170. landskappingardysti í bestu deildini fyri fyrstu ferð tvífaldur málskjútti. Pætur J. Petersen var sera treiskur, tá ið hann vann seg til baklinjuna í tvídysti við Viljorm Davidsen, og undir málinum var Ragnar Samuelsen fyrr á bóltinum enn HB málverjin, og við høvdinum setti hann bóltin í málið.

 

B36 styrkti um verjupartin, tá ið Heini Vatnsdal fyri fyrstu ferð í ár varð skiftur inn í miðverjuna, meðan Bogi Reinert-Petersen varð fluttur fram á verjukent miðvallarpláss. B36 hevði møguleikar at økja um leiðsluna, men so var tað, at HB fimm minuttir undan leikloki javnaði til 2-2.

 

-Eg kenni meg tvíbýttan, tí í fyrra hálvleiki høvdu vit fult og heilt tak á tí og kundu havt skorað fleiri mál. Tá ið teir javnaðu til 1-1, mistu vit takið í eina løtu, og spælararnir eiga rós fyri, at teir reistu seg aftur og megnaðu at javna, sigur André Olsen í samrøðu við FM1 útvarpið. HB er framvegis ikki farið av vøllinum uttan úrtøku, síðani André Olsen tók við sum HB venjari.

 

Javnleikurin ber við sær, at HB nú er tvey stig aftanfyri NSÍ, sum er á øðrum plássi.

 

-Vit hugsa ikki um stígatalvuna, men nú er fokus á næsta vikuskifti, tá ið FC Suðuroy er mótstøðuliðið, sigur André Olsen.

 

Javnleikurin ber við sær, at B36 hevur 32 stig og er eitt stig aftanfyri Víking, sum í morgin fer til Klaksvíkar.

 

-Eitt stig er frægari enn einki stig, men vit áttu at havt vunnið við fleiri málum, tí í seinna hálvleiki høvdu vit fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, áðrenn vit góvu teimum málið, sum bar javnleikin við sær, sigur B36 venjarin Jákup Martin Joensen í samrøðu við FM1 útvarpið, sum heldur, at hansara menn løgdu betri fyri, og at teir sótu á seinna hálvleiki, eftir at HB seinna partin av fyrra hálvleiki var omaná.

 

-Málið er at røkka fjórða plássið. Nú eiga vit torføran dyst ímóti TB á útivølli, áðrenn vit fáa vitjan av Víkingi. Tað er bæði upp til okkum og eisini til Víking at gera av, hvør fer at enda á fjórða plássi, men nú hava vit eyguni vend ímóti TB í Trongisvági, sigur Jákup Martin Joensen

 

 

 

HB – B36 2-2 (1-0)

 

1-0: Emil G. Pedersen br

 

1-1: Ragnar Samuelsen

 

1-2: Ragnar Samuelsen

 

2-2: Lassana Faye

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

HB: Bjarti Vitals Mørk – Mathias Voss, Áki Johannesen, Viljormur Davidsen, Lassana Faye – Noah Mnenéy, Ejvind R. Mouritsen – Dan í Soylu, Ási P. Dam, Heini Sørensen – Emil G. Pedersen

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Børge Petersen, Bogi Reinert-Petersen, Símun Sólheim – Ragnar Samuelsen, Jógvan Kárason Gullfoss – Marius  Kryger Lindh, Filip Djordjevic, Hannes Agnarsson – Pætur J. Petersen