Føroyskt fysiskt koyrikort er í øllum lutum javnsett við danskt koyrikort. Hetta eigur eisini at vera galdandi fyri koyrikort á telefonini, sigur Thomas Danielsen, samferðslumálaráðharri í Danmark í tíðindaskrivi.
– Góða samstarvið millum Danmark og Føroyar er ein týðandi raðfesting hjá mær. Tí vil eg eisini ganga ynskinum á møti um, at vit sínámillum viðurkenna talgilda koyrikortið hjá hvørjum øðrum. Tað arbeiðið er í gongd, og mítt mál er, at vit fáa tað gjørt skjótast ítøkiliga gjørligt, sigur Thomas Danielsen.
Bæði Danmark og Føroyar hava talgild koyrikort. Talgilda koyrikortið er tó vanliga ikki galdandi uttanlands, men arbeitt verður nú bæði í Danmark og í Føroyum við at tryggja sínámillum viðurkenning av talgildum koyrikorti landanna millum.
Danskir myndugleikar kanna ítøkiligar loysnir fyri at løggilda føroysk talgild koyrikort í Danmark.
Eisini kann sigast, at frá 1. januar 2025 verður møguligt í Danmark at taka bæði ástøðiligu og verkligu koyriroyndina á føroyskum.