Tavan er ársins virki

Fyri lítlari løtu síðan gjørdist greitt, at Tavan í Leirvík er kosin at vera Ársins Virki í 2010 - og Sp/f Vilt í Suðuroy Ársins Átak. Vinnudagurin 2010, sum hevur verið hildin í Norðurlandahúsinum seinnapartin í dag, er nú liðugur, og greitt er, at Ársins Átak 2010 er Sp/f Vilt í Suðuroy - og Ársins Virki 2010 er gulllaksavirkið Tavan í Leirvík.

Tað var Finn Johannesen, sum tók ímóti heiðrinum fyri Ársins Átak - og Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni og Osmund Justinussen, sum tóku ímóti heiðrinum sum Ársins Virki.

Portalurin fer at venda aftur til vinnararnar av Ársins Átaki og Ársins Virki seinni í kvøld.