Fiskivinna
Leirvík: Tavan í Leirvík fer at gevast nakað fyrr við gulllaksinum í ár enn vanligt. Orsøkin er, at um eina viku ella 14 dagar hevur virkið nøktað tær avtalur, ið virkið hevur í ár.
Kári E. Jacobsen, virkisleiðari, sigur, at Tavan leverar gulllaks alt árið til keyparar í Noregi, Onglandi og Svøríki.
- Farsið liggur á goymlu í Runavík, og haðani verður tað sent av landinum til útlendsku marknaðirnar.
Hann sigur, at eins og marknaðurin fyri onnur fiskasløg er rættiliga trekur í løtuni, hevur Tavan ikki sáttmálar til fleiri enn eini 4000 tons av ráfiski í ár.
- Men fiskiskapurin hjá skipunum hevur verið góður og støðugur, síðan tey fyrstu fóru á gulllaks fyrst í juni.
Minni enn vanligt
Tavan tók ímóti fyrstu gulllaksalastini, 10. juni í ár, og síðan hevur nógv virksemið verið á virkinum í Leirvík.
- Eitt miðalár hava vit arbeitt eini 6.000 tons, og onkuntíð hava vit arbeitt heilt út í oktober, sigur Kári.
Størsta árið hjá Tavuni í nøgd er 8.200 tons í ráfiski.
Hann vísir á, at ein av fyrimununum við virkseminum í Leirvík er, at virkið kann levera gulllaksafars til síni viðskiftafólk alt árið.
- Vit senda vanliga tær seinastu nøgdirnar avstað, tá ið vertíðin byrjar aftur.
Alla síðstu viku arbeiddu tey við trimum vaktum á Tavuni, og eini 500 tons av ráfiski fóru ígjøgnum maskinurnar.
Nú virkið í Miðvági er stongt, hevur virkið í Leirvík keypt gulllaks frá fýra skipum, Vesturleika, Vestursøka, Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum.
Sundaberg gjørdi einar tríggjar túrar á gulllaksi. Teir landaðu tvær ferðir í Miðvági og seldu ein túr uttanlands.
Nú fiskar skipið gulllaks, sum verður frystur umborð.
Upsi í portiónir
Uttanfyri gulllaksavertíðina, arbeiða tey upsa á virkinum í Leirvík.
- Vit kunnu fara í gongd við upsanum, so skjótt gulllaksurin er av. Men helst verður steðgað í eina viku, áðrenn vit fara at keypa upsa, sigur Kári E. Jacobsen.
Á Tavuni verður allur upsin framleiddur til portiónir.