Teknmál: - Væl er teknmálið eitt mál hjá einum minnilutabólki. Men er tað samstundis eitt hótt mál, - ella hevur tað nakrar møguleika í framtíðini, tí menningin gongur so skjótt?!
Hetta var ein av mongum áhugaverdum spurningum, sum vórðu reistir á norðurlendsku ráðstevnuni sum fyrr í vikuni varð hildin á Hotel Føroyum.
Høvuðsevnið á ráðstevnuni var at vísa á, hvussu barnið verður ment kensluliga og intellektuelt gjøgnum málið?
Eitt av nógv umrøddu evnunum var tann lutvíst nýggja uppfinningin av CI-tólinum, sum ger, at tey sum áður vóru deyv nú kunnu hoyra aftur. - Kemur hetta tólið ístaðin fyri teknmálið?, var ein annar áhugaverdur spurningur í tjakinum.
Allir hesir spurningarnir, og mangir aðrir, vórðu lýstir við fyrilestrum, tjaki og ikki minst í práti millum teir 170 luttakararnar á ráðstevnuni. Føroyingar smæddust ikki burtur ímillum, tí einir 60 føroyingar vóru eisini til staðar.
Ráðstevnan endaði týsdagin við einum pallborðsfundi har støðan hjá teknmálinum í framtíðini varð havd á lofti millum luttakararnir.
Tøkni og framstig
Allir luttakarnir við pallborði vóru samdir í, at samskifti er neyðugt fyri øll menniskju. Ella sum ein teirra segði:
- Rætturin til eitt mál gevur eisini rættin til at liva!
Í dag gongur alt við rúkandi ferð, og nógv nýggj tøkni og onnur framstig gera lívið lættari hjá mongum menniskjum í tí hoyrandi heiminum. Men hvussu er við teimum deyvu: Eru tey ikki í vanda fyri at detta burtur ímillum í allari hesari menningini, tí tey ikki til fulnar megna at fylgja við menningini?
Víst varð á støðuna hjá teknmálinum, sum í høvuðsheitum er góð, men hvørs støða eisini kann gerast trupul í framtíðini.
Í dag er støðan tann, at teknmál er góðkent sum mál í nógvum londum og í ikki minst í norðurlendskum høpi, og er hetta sjálvandi at frøast um.
Hinvegin so finnast eisini tey, sum bera ótta fyri at teknmál ikki vinnur hevd sum eitt rættiligt mál, og fer tí altíð at vera málið hjá einum ávísum minnilutabólki.
- Í dag stendur teknmálið bæði sterkt og veikt. Men tað er eingin ivi um, at tað verður altíð brúk fyri hesum málinum, so leingi tað eru deyv fólk í samfelagnum, varð víst á.
Í Svøríki verður nógv gjørt fyri at fremja teknmálið. Har eru mong, sum vilja læra seg teknmál, í sjónvarpinum er ein sera væl umtókt barnasending við teknmáli, eins og drotning teirra, Sylvia, dugir teknmál.
Góð skipan
Við pallborðið sótu tvey føroysk umboð - Jógvan á Lakjuni mentamálaráðharri og Heidi Petersen løgtingskvinna.
Jógvan á Lakjuni greiddi frá, at í føroyska skúlaverkinum hevur ein reglur og prosedurur fyri næmingar sum eru tunghoyrdir ella deyvir.
Er ein deyvur næmingur í einum flokki, so fær flokkurin tveir flokslærarar, harav tann eini skal duga teknmál.
Í einum flokki á Venjingarskúlanum eru tveir næmingar sum eru tunghoyrdir, harav søgan hjá øðrum teirra varð lýst í blaðnum seinasta leygardag.
Hinvegin so vísti landsstýrismaðurin á, at tørvur er á undirvísing fyri teknmálstulkum her á landi. Hetta er tí, at tað eisini í framtíðini fara at verða tunghoyrdir og deyvir næmingar í føroyska skúlanum.
Upplætin eygu og oyru
Heidi Petersen vísti á, at hon hevði verið lærari í samfull 20 ár, men at hon ongatíð hevði havt nakað samband við deyvar næmingar.
Men á hesi ráðstevnuni hevði hon sum hon sjálv tók til fingið bæði eygu og oyru síni latin upp fyri teim umstøðum, sum hesi fólkini liva undir.
- Og fyri meg er eingin ivi um, at alt tað sum eg her havi hoyrt, kann eg, og fari eg at brúka víðari í tí poilitiska arbeiðinum, segði løgtingskvinnan.
Eftir innleggini frá luttakarunum var høvið hjá fólki í salinum at seta spurningar, áðrenn punktum varð sett fyri hesa áhugaverdu ráðstevnuna.