Venjarin hjá Chelsea, Carlo Ancelotti, hevur givið verjuskansanum og liðskiparanum, John Terry, nakrar feriudagar, so hesin eina tíð kann fáa frið at rudda upp í privatlívi sínum. Terry hevur seinastu tíðina verið í miðdeplinum fyri fleiri gølur, og eitt nú hevur landsliðsvenjarin, Fabio Capello, tikið liðskiparabindið frá honum. Um vikuskiftið skal Chelsea spæla í FA-Cup móti Cardiff, og tí dystinum sleppur John Terry altso undan.