Tey fegnast um tað sum tey hoyra

Og tey ætla eisini at fylgja við um politikararnir halda tað, teir hava lovað

Eitt evni, sum hevur verið nógv umrøtt í valstríðnum upp undir løgtingsvalið, er at fólkapensjónistar, sum arbeiða ov nógv, missa ein part av pensjónini. Ì hesum sambandi eru tað fleiri politikarar, sum hava lovað, at sleppa teir fram at, skal tað broytast so at fólkapensjónistar kunnu arbeiða so nógv teir vilja, uttan at pensjónin verður skerd.

 

Aðrir politikarar hava lovað at hækka markið munandi fyri, hvussu nógv fólkapensjónistar kunnu arbeiða, uttan at missa pensjón. Eitt nú halda tey, at tað er eingin meining í, at løgtingslimir, læknar, og onnur við góðari løn, sum arbeiða eftir at tey eru 67, eisini skulu fáa fulla pensjón, samstundis sum at tey hava eitt væl lønt starv.

 

Landsfelagið hjá pensjónistunum sigur, at tey fegnast um, at fleiri av teimum politisku flokkunum siga, at arbeiðsinntøka hjá fólkapensjónistum ikki skal mótroknast í fólkapensjónini.

 

– Landsfelag Pensjónista vil minna flokkarnar á, at veruleiki má liggja aftanfyri hetta vallyftið, so tað ikki verður gloymt aftaná løgtingsvalið, sum ofta hendir, siga tey í eini fráboðan í dag. Tey siga, at í hesum tíðum, har tað er stórt trot á arbeiðsmegi, eru pensjónistar, ið vilja arbeiða, ein gáva til tað føroyska samfelagið. Tí eiga teir tí ikki at verða fíggjarliga revsaðir, tá teir fara út á arbeiðsmarknaðin.

 

Í dag kann ein fólkapensjónistur tjena 45.000 krónur, uttan at pensjónin verður skerd. Í landsfelagnum fyri pensjónistar vísa tey á, at onkur flokkur sigur, at málið kann loysast við at hækka markið upp í 100.000 krónur um árið. Landsfelag Pensjónista tekur ikki undir við hesum, tí tað kemur so at avmarka áhugan hjá pensjónistum at arbeiða, siga tey.

 

Tey vísa á, at tosað verður nógv um, hvussu dýrt tað verður hjá landinum, tá ið arbeiðsinntøkan ikki verður mótroknað í fólkapensjónini. Men tey gloyma, at landið fær skatt av inntøkuni hjá pensjónistunum, samstundis sum at tey geva sítt týdningarmikla íkast, nú trotið á arbeiðsmegi er so stórt.

 

Tey siga eisini, at tey fara at fylgja væl við, hvørjir politikarar ikki halda hetta lyftið eftir valið.