Panama er í innleiðandi HM-bólki L, ið er ein krútsterkur bólkur. Mótstøðuliðini vera Ongland, Kroatia og Gana.
Panama er kortini nummar 33 á FIFA-styrkislistanum, so heilt sørir eru teir ikki.
Panama hevur landsliðsvenjara, ið er av danskari ætt, nevnliga Thomas Christiansen, ið spældi tveir landsdystir við Spania.
Undan HM-endaspælinum fer Panama at spæla tríggjar venjingardystir. Teir vera móti Brasil, Dominikanska Lýðveldinum og Bosnia Hersogovina.
HER er HM-hópurin hjá Panama:
Málverjar:
- Luis Mejía (Nacional)
- Orlando Mosquera (Al-Fayha)
- César Samudio (Marathón)
Verjuleikarar:
- Eric Davis (Plaza Amador)
- Fidel Escobar (Saprissa)
- Michael Amir Murillo (Beşiktaş)
- Roderick Miller (Turan Tovuz)
- Andrés Andrade (LASK)
- César Blackman (Slovan Bratislava)
- José Córdoba (Norwich City)
- Jiovany Ramos (Puerto Cabello)
- Jorge Gutiérrez (Deportivo La Guaira)
- Edgardo Fariña (Pari Nizhny Novgorod)
Miðvallarar:
- Aníbal Godoy (San Diego FC)
- Alberto Quintero (Plaza Amador)
- Yoel Bárcenas (Mazatlán)
- Adalberto Carrasquilla (UNAM)
- José Luis Rodríguez (Juárez)
- Cristian Martínez (Ironi Kiryat Shmona)
- César Yanis (Cobresal)
- Carlos Harvey (Minnesota United)
- Azarias Londoño (Universidad Católica)
Áleyparar:
- José Fajardo (Universidad Católica)
- Ismael Díaz (León)
- Cecilio Waterman (Universidad de Concepción)
- Tomás Rodríguez (Saprissa)










