Ferðslupatruljan var í Kollafirði frá klokkan 10 til 12.30 og steðgaði umleið 60 bilum.
Serliga ein lastbilur fekk løgregluna at reagera. Lastbilurin hevði 12 hjól, og dekkini á tíggju teirra vóru so niðurslitin, at tey ikki vóru lóglig.
Bótin er 1.000 krónur fyri hvørt dekkið, og tí fær førarin eina bót upp á tilsamans 10.000 krónur. Tað er førarin, sum hevur ábyrgdina av, at akfarið er í lógligum standi.
Eftirlitið gav eisini onnur mál. Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið fyri ferð, og ein annar fekk treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra ov skjótt.
Harumframt høvdu tveir bilar lyktarfeil, tveir bilførarar fingu bót fyri niðurslitin dekk, og tveir høvdu ikki koyrikortið uppi á sær.











