Til minnis um vinmannin Sverra Rasmussen

Týskvøldið tann 1. juli stóðu eg og Marsanna mest sum klár at fara yvir í tað gomlu Marinustøðina, nú Tjarnargarður, at vitja Sverra, har hann var komin nakrar dagar frammanundan, tá dótturin Lis ringir og fortelur okkum at babba var blivin ússaligur, og at tað nú bara varð tíð, til hann slóknaði.

Hóast Sverri nærkaðist teimum 92 árunum, so varð tað sera hugstoytt at frætta, tí nakrar fáar dagar frammanundan, hevði eg verði úti á Umlættingarheiminum í V.U. Hammershaimgøtu og vitjað Sverra, sum tá var væl fyri, og var so glaður at fortelja mær hetta kvøldið, at hann var sloppin inn á Marinustøðina at arbeiða, sum hann tók til, og nú blivu vit eisini grannar, kundu vinka til hvønn annan, og somuleiðis støðga títtari inn á gólvið hjá hvørjum øðrum, men so skuldi ikki blíva.


Tá vit so koma oman í Tjarnargarð hetta kvøldið, sást skjótt, at her varð lítið eftir, og var tað við blandaðum kenslum, at síggja hesa kempu liggja til tað seinasta, troyttur og mettur av døgum. Hesa seinastu stillu løtu saman við Sverra hetta kvøldið, sveimaðu nógvir tankar fram fyri meg, ongantíð meira at sita hugnaløtur saman við hesum lívsglaða og vittuga manni, sum eg hevði kent í eitt mannaminni, og verið so nær knýttur til, so hesa løtu mátti eg bara staðfesta, at nú bleiv aftur ein av mínum góðu og trúføstu vinum ikki meira. Tveir tímar eftir at eg var farin frá Sverra, ringir Lis og sigur at nú var babba farin.


Sverri var ættaður av Skála, sonur Rakul, ið var av Skælingi, og Palla, ið vanliga varð kallaður Skála Palli.


Sverri var giftur við Sólveig, hon var dóttir Lisu og Anker Thomsen úr Havn, tey fingu Liss, sum eisini gjørdist teirra einkarbarn. Sólveig og Sverri vóru gift í 53 ár, tá Sólveig brádliga andaðist í 2003, og hava dótturin Liss og Sverri síðani búð í heiminum í Birnugøtu á Ternuryggi, til fyri nøkrum heilt fáum vikum síðani.


Tey flestu minnast og kendu Sverra best sum timburmann, hann hevði eisini stórt byggivirksemi í Havnini. Sverri stóð fyri byggingini av nógvum av teimum raðhúsum, sum blivu bygd í Havn í 50-unum og 60-unum, men Sverri upplivdi ein hóp meira enn tað. Sum ungur fór hann í timburlæru á Skála Skipasmiðju, fór síðani til sjós, og sigldi øll krígsárini við deyðsiglara, og upplivdi at blíva bumbaðir. Sverri fór eisini upp á sjómansskúla og tók skiparaprógv í 1943.


Um ársskiftið 2005/2006 hevði Óli Jacobsen samrøðu við Sverra í FF-Blaðnum, og er hendan áhugaverda samrøðan at síggja á www.fiskimannafelag.fo gamla heimasíðan, bløðini nr. 357 og 358.


Sjálvur kom eg at kenna Sverra í 1967, tá eg sum 21 ára gamal byrjaði á Strandfaraskipum Landsins. Á SL var tá ein eldri persónur, sum hevði til uppgávu at gera og væla um plattar og kassar, sum blivu nýttir til farmaflutning. Skjótt rann saman ímillum meg og hendan gamla mannin, hóast heili 66 ár eldri enn eg, og vit blivu bestu vinmenn. Hesin persónur var pápi Sverra, vanliga nevndur Skála Palli. Palli hevði um hetta mundi íbúð í kjallaranum hjá Sverra, sum tá búði í Djóni Geilsgøtu, og nógvar vóru løturnar, ið eg hevði saman við feðgunum báðum, og eru hetta stundir, sum eg í dag minnist við takksemi.


Tá eg í 1971 skuldi fara undir at byggja hús í Havn, vóru tað Skála Palli og Sverri sum skaffaðu mær tríggjar fittar og raskar nólsoyingar at byggja húsini. Hetta vóru timburmenn, sum Sverri hevði havt í arbeiði hjá sær. Hesir vóru brøðurnir Regin og Eyðin Hansen og Jalgrím Jacobsen, vanliga nevndur Jalli. Harafturat luttóku eisini í arbeiðinum pápi teirra Olevinus og svágurin Tummas, vanliga nevndur Tummas á Hólmi. Sverri átók sær sjálvur at hava eftirlit við byggingini, og ein betri eftirlitsmann og vælgjørdari og fittari menn enn hesar nólsoyingar kundi eg neyvan fáa til at smíða húsini. Tað sum sermerkti teir allar var, hvussu lagaligir teir vóru í allar mátar. Tá tað kom út ímóti endanum av arbeiðinum, tá innrættan skuldi gerast, og tá vit vildu hava veggir, skáp o.a. flutt og broytt, so var hetta ongantíð nakrar trupulleiki. Gloymi heldur ongantíð tær góðu og hugnaligur løtur vit mangan høvdu uppi við Hoyvíkstjørn, meðan húsini stóðu í ger, tá var tað meira frítt, enn tað er í dag, hús okkara og trý onnur stóðu tá í ger har um leiðir. Tað var mangan hugnaligt at fara framvið, og sita og nýta ein kaffimunn saman við hesum hugnaligu og stuttligu nólsoyingum, sum altíð høvdu okkurt skemtiligt at bera fram. Nú eru allir hesir farnir undir grønu torvu, enntá fleiri í góðum árum.


Nøkur ár seinni fór eg at vaksa um altanina á sethúsum okkara, fyrireikingararbeiðið var komið væl áleiðis, og ætlan mín var at gerað alt úr timbri. Eg setti meg í samband við Sverra fyri at fáa ráðgeving um hvussu farast skuldi fram, Sverri kom framvið, og tann skilamaður hann var innan hetta økið, so ivaðist hann ikki leingi, men kolldømdi alla ætlan mína. Gloymi ongantíð orðini hjá Sverra: “Góði Páll, tú ert ungur maður og fært stórar tupulleikar at gera hetta úr timbri, um 20-25 ár er alt rotið, og stórarbeiðið at skifta út”. Nei, her var eingin ivi, dekkið skuldi stoypast, forskalling og blandimaskinu skuldi hann skaffa mær, og hann skuldi leggja mær lag á, hvussu eg skuldi gera forarbeiðið. So var, dagin eftir var bæði blandimaskina og forskalling í túninum. Í dag, nú umleið 30 ár aftaná, má eg bara staðfesta, at her var vinurin Sverri, sum í so mongum øðrum, góður í ráðum.


Sverri hevði tað best, tá hann hevði nógv um hendi at gera, hann var av tí rætta gamla skúlanum, einki skuldi koyrast burtur, men nýtsla skuldi og kundi fáast burturúr øllum. Altíð til reiðar at veita eina hjálpandi hond, tá heitt varð á hann, og brúkti skil og skynsemi við øllum, ið hann tókst við. Var hegnismaður burturav, dugdi alt og hevði skil fyri øllum, og var einastandandi at koma við góðum ráðum um alt.


Hann var somuleiðis framúr vælgjørdur í øllum tí, ið hann tókst við, gekk høgt upp í, at dagsins verk skuldi síggja gott út í fólksins eygum, tað vóru fá sum spurdu um hvussu skjótt arbeiðið varð gjørt, men at tað vóru fleiri sum eygleiddu hvussu arbeiðið varð gjørt.


Eg havi vitja Sverra av og á í heiminum á Ternuryggi. Hesa seinastu tíðina, var hann viknaður nógv og illa gonguførur, men tá hann hoyrdi, at eg var komin inn í gongina, so var vanligt, at eg varð móttikin við orðunum: “Halló, halló, vælsignaður, kom inn, kom inn og reypa, tað einasta eg nú havi eftir er mussaskøi, so nú fái eg bara sitið og reypa”. Men hóast nógv viknaður í seinastuni, so varð hann púra klárur, og sum tað góða minni hann hevði, og somuleiðis lisið nógv upp gjøgnum árini, so var tað sera, sera áhugavert, at sita løtur saman við Sverra, og hoyra hann at greiða frá, um alt ímillum himmal og jørð, tí hann fylgdi væl við í øllum, bæði innanlands og ikki minst uttanlands. Serstakliga varð tað áhugavert at hoyra hann at greiða frá øllum, ið hann sjálvur hevði upplivað ígjøgnum sítt langa lív, tí Sverri hevði upplivað ein hóp, sigldi nógv undir krígnum, og hevur verið við til at verða bumbaður av týskum flogfarið, og er tað tí sera gott, at nógv av hesum er til skjals í FF-blaðnum.

Til seinast fara tankar mínir til dóttrina Liss, sum tók sær so væl av pápa sínum í heiminum á Ternuryggi, til fyri heilt fáum vikum síðani, tá Sverri flutti út úr heiminum. Góða Liss, saknurin og tómrúmið hjá tær verður stórt at venja seg við ta fyrstu tíðina, tí her hugsi eg serliga um hvussu tú so trúføst, fleiri ferðir um dagin, vitjaði pápa tín, nú hann var farin úr heiminum. Ivist onga løtu í, at tú fært styrki frá honum, ið øllum valdar.


Við hesum vil eg lýsa frið og æru yvir minnini um kæra og trúfasta vin mín Sverra hjá Skála Palla.


Páll