Útisetar vunnu elektroniskan talvdyst

Talv: Við nærum sterkastu manning vunnu útisetar ein tryggan sigur móti føroyingum í Føroyum. Tiltakið eydnaðist sera væl sjálvt um heili 2000 kilometrar vóru millum telvarnar

Nýggjar hurðar eru nú opnaðar innan talvheimin. Tað sást leygardagin í netcafé Orbits, tá átta sterkir føroyskir telvarar her heima bjóðaðu átta sterkum føroyskum útisetum til talvdyst. Útisetarnir telvaðu á einari netcafé í Keypmannahavn, tað vil siga at bæði liðini vóru á heimavølli!

Áðrenn dysturin byrjaði var tíðindafundur á skránni. Rani Nolsøe, formaður í talvsambandinum greiddi frá endamálinum við tiltakinum, nevnliga at fáa talv til ein part av teimum nærum óendaligu møguleikunum á alnetinum. Eisini greiddi hann frá hvussu væl hetta aldargamla spæl hóskar seg á netinum.

Eitt tílíkt tiltak er ikki heilt ókeypis, og Rani nýtti tí høvi at takka Føroya Tele fyri stuðulin, og takkaði eisini teimum í Orbits fyri blíðskapin teir sýndu. Marknaðarleiðarin hjá Føroya Tele, Poul Hendrik Poulsen var fegin um at teir kundi stuðla tílíkum tiltaki, og vónaði at samstarvið millum Talvsambandið og Føroya Tele fór at halda áfram.

Eftir tíðindafundin varð klárt at fara í gongd. Teir átta telvarnir settust við spenningi við teldurnar, og síðani varð fyrsti leikurin fluttur á skíggjanum.

Talvið á fyrsta borði millum John Rødgaard og John Arna Nilssen var víst á stórskíggja, og tað riggaði heilt væl. Fitt av fólki høvdu leitað sær oman í Orbits leygardagin.

Tveir dystir vórðu leiktir og úrslitið varð samanlagt 9,5-6,5 til útisetar.

Á fýra teimum ovastu ?borðunum? vórðu heimamenn við yvirlutan, men fýra teir aftastu fingu bert eitt stig av átta møguligum.

Samanumtikið eitt sera væl eydnað tiltak, sum helst skjótt verður roynt aftur.


Liðkappingin

Bert tríggir dystir vórðu telvaðir hetta vikuskifti.

Í triðju deild vann Vestmanna 2,5-1,5 móti Klaksvíkini. Í unglingadeildini vóru bæði havnarliðini í Klaksvík, har Havnin 1 vann 4-0 móti Klaksvíkini 2, og Klaksvík 1 vann 4-0 móti Havnini 2.

Fyrsta og onnur deild telvaðu ikki í vikuskiftinum.


Kappingar uttanlanda

Flóvin Tór Næs telvar í løtuni í stórari kapping í Spania, ið nevnist Ubeda.

Hann hevur í skrivandi løtu telva fýra talv, og av teimum hevur hann ognað sær tvey stig.

Sera sterk kapping er í løtuni í Hollandi. Kappingin kallast Wijk aan Zee, sum er ein sera traditiónsrík kapping. Har eru allar kanónirnar, eitt nú Kasparov, Anand og Kramnik. Føroyavinurin Predrag Nikolic er eisini í eldinum.

Í skrivandi løtu eru sjey umfør telvd, og ikki óvæntað er Kasparov saman við Kramniki á odda við fimm stigum. Í hølunum á teimum kemur indarin Anand. Nikolic liggur miðskeiðis í hópinum.

Talvið hesa vikuna er úr sjeynda umfari, og her átti heimsmeistarin Garry Kasparov helst at vunnið.


Úrslitið av talvdysti um alnótina


Heimamenn Útisetar 1. 2.

1. John Rødgaard - John Arni Nilssen _-_ _-_

2. Jens Kristian Hansen - Heini Olsen _-_ _-_

3. Rani Nolsøe - Eyðun Nolsøe _-_ 1-0

4. Ólavur Simonsen - Rógvi W. Rasmussen 1-0 1-0

5. Martin Brekká - Jóan H. Andreasen 0-1 0-1

6. Carl E. N. Samuelsen - Terji Petersen 1-0 0-1

7. Martin Poulsen - Heini Danielsen 0-1 0-1

8. Hans K. Simonsen - Arild Rimestad 0-1 0-1