Tit vóru betri

Tað fall í góðar skotska jørð, at Henrik Larsen rósti spælinum hjá mótstøðuni

Venjarin

Glasgow: Henrik Larsen líktist ikki nøkrum tapara, tá hann trein inn til tíðindafundin eftir dystin. Vælupplagdur greiddi hann skotum frá,hvussu hann hevði sæð dystin, og ikki minst fall tað í góða jørð, at skotar fingu nakrar rósur frá føroyska venjaranum.
- Um dystin sjálvan haldi eg, at hann varð avgjørdur, tá tit skora til 2-1. Tá hava vit arbeitt okkuminn í dystin, og vit javnaðu eisini leiðsluna, so tað var ein ordans frammaná hjá okkum at fáa, helt hann fyri.
- Eftir tað komu vit ongan tíð rættiliga fyri okkum, men eg eri væl nøgdur um avrikið. Leikararnir hjá okkum arbeiddu sera væl, og sjálvt um tað aftur hesa ferð bara var nær við, so eru nógv góð ting, sum vit kunnu taka víðari við okkum.
Og spurdur, hvørt hann kendi seg snýttan fyri brotsspark í seinna hálvleiki, segði venjarin, at tað gjørdi hann.
- Sjálvandi skal dómarin ikki fáa alla skuldina, men eg haldi avgjørt ikki, at hann hjálpti okkum serliga væl. Tá støðan var 1-1 helt eg eisini, at skotar fingu óneyðuga nógv fríspark í vandamiklum støðum, men tað er so tað, sum man má læra at liva við.
Og at enda, so kundi venjarin eisini rósa skotunum.
- Sjálvandi hava tit ein kjans í Týsklandi. Hava tit ein góðan dag, sum tit høvdu í dag, so hava tit møguleika móti øllum.

Mugu skora
Eftir at hava avgreitt skotsku miðlarnar, gekk Henrik Larsen so niðan til føroysku tíðindafólkini, og hóast hann ásannaði, at nakrir trupulleikar høvdu verið, so kundi hann ikki lata vera við at iðra seg eitt sindur.
- Tað gav okkum nakrar trupulleikar, at vit byrjaðu við 4-3-3. Eg ivaðist ikki í, at teir fóru at spæla 3-5-2, men tað gjørdu teir so ikki, so vit broyttu ístaðin okkara aftur til 4-4-2. Men hóast tað, so fingu vit skapt nakrar møguleikar. So mugu vit bara læra at skora upp á hesar, tí vit vita av, at vit fáa ikki alt ov nógvar av slagnum.
Um valið av Helga L. Petersen segði venjarin, at nýggi maðurin hevði gjørt tað gott.
- Nú hevði hann eina sera strævna uppgávu, har hann nýtti nógvir kreftir fyri at lukka av á kantunum, og tann parturin gekk væl. Hinvegin gekk minni væl, tá langir bóltar vórðu sendir niðan, tí har høvdu teir ein mann, sum er hálvan annan metur hægri enn okkara, so har var ikki tað stóra at gera.
Og eisini hinir báðir nýggju fingu rós frá venjaranum.
- Tór-Ingar ger tað virkeliga gott, og har kemur alt fyri eitt meira ferð á, tá hann kom á vøllin, so tað eri eg avbera væl nøgdur um. Christian spældi so bara einar seks-sjey minuttir, so tað kunnu vit ikki vurdera nakað útfrá, men so hevur hann eisini roynt hesa upplivingina. Og sum umstøðurnar vóru í dag, so haldi eg, at vit allir lærdu nakað frá dystinum, segði Henrik Larsen at enda.